Lærlingur til Tax Free Handilin umborð á Norrönu
P/F SMYRIL-LINE

Vilt tú verða partur av einum arbeiðsplássi, har søla og dygdargóð tænasta er í hásæti?

Brennir tú fyri at selja, er tú ágrýtin og áhugað/ur í at læra?

So kunna vit bjóða tær eitt spennandi lærupláss sum handilsatstøðingur, í einum felagi í støðugum vøkstri, við einum toymi av royndum og dugnaligum starvsfólkum.


Hetta ætla vit at læra teg
· Kundaráðgeving
· Sølu
· Vørumóttøku
· Vøruupseting
· Uppfylling


Tínir eginleikar

Vit rokna við at tú er røkin og nærløgd/lagdur, tí tað er týdningarmikið fyri okkum, at handilin altíð er ruddiligur og væl frágingin.

Vit vænta, at tú er fyrikomandi og tænastusinnað/ur mótvegis gestum okkara. Tú fert í takt við lærutíðini at fáa meiri ábyrgd og sleppur at royna teg í ymisku økinum í handli okkara.

Tú kemur at hava tætt samband við tínar starvsfelagar, og tí er tað týdningarmikið, at tú trívist við at arbeiða í toymi. Samstundis mást tú halda tað vera í lagi at búgva í kamar saman við einum starvsfelaga, meðan tú ert umborð.

Førleikar

  • FHS
  • HH, Student ella aðra viðkomandi útbúgving


Setanarviðurskifti
Lønin verður ásett sambært galdandi sáttmála.


Umsókn
Umsókn og avrit av møguligum viðmælum og prógvum kunnu sendast umvegis teldupost til starv@smyrilline.fo. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og starvið verður sett skjótast til ber.

Hevur tú spurningar til læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bjarna Bogason ella Ebba Kristinn Thomsen á shopmanager@smyrilline.fo ella á tlf. 344998.


Um Smyril Line 
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur ferðafólkaskipið Norröna, harumframt fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes og Mykines. Eisini rekur Smyril Line Hotel Skálavík og Hotel Hafnia, og er í holt við at byggja nýtt hotel við Oknarvegin.


 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER