Starvsfólk til Sambýlið í Blikagøtu í Runavík og til dag- umlættingarstovnin Mýrisóljan í Runavík
ALMANNAVERKIÐ

Almannaverkið sóknast eftir námsfrøðingi og sjúkrarøktarfrøðingi til Sambýlið í Blikagøtu og til dag- og umlættingarstovnin Mýrisóljan í Runavík. Vit ynskja umsøkjarar, sum kunnu vera við til at bjóða borgarum ein tryggan, skipaðan, mennandi og sjálvstøðugan gerandisdag.

Um størvini
Sambýlið á Blikagøtu
Søkt verður eftir námsfrøðingi til farloyvisstarv á 35 tímar um vikuna at byrja beinanvegin og til 30.11.2019. Arbeitt verður morgun-, dag-, kvøld- og náttarvaktir. Harafturat verður arbeitt triðja hvørt vikuskifti.
Um ongin námsfrøðingur søkir, kann starvið verða sett við hjálparfólki.

Dag- og umlættingarstovnurin Mýrisóljan
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til barnsburðarfarloyvisstarv á 25 tímar um vikuna at byrja beinanvegin og til 31.12.19. Arbeitt verður í dagvaktum. Um ongin sjúkrarøktarfrøðingur søkir kann starvið verða sett námsfrøðingi ella fólki við aðrari heilsufakligari útbúgving.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar og málini, sum arbeitt verður fram ímóti, eru at virka fyri, at borgararnir fáa neyðugan stuðul og umsorgan. Vit virðismeta ymisleikar og stuðla borgarunum í at gerast so sjálvbjargin, sum fyritreytirnar hjá teimum loyva. Javnvirðið er partur av gerandisdegnum, og saman við dugnaligum og eldhugaðum starvsfólkum skalt tú bjóða borgarum ein tryggan, skipaðan og mennandi dag.

Væntanir til umsøkjarar
Væntað verður, at tú ert heilsuliga, sálarliga og fakliga væl fyri og ert við til at leggja til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og tað er ein treyt, at umsøkjarin megnar at arbeiða sjálvstøðugt. Vit vænta eldhugað starvsfólk, sum hava góð samstarvsevnir og eina jaliga menniskjafatan.

Tað hevur týdning, at tú hevur hug og hegni at arbeiða við fólki, og hevur hug at vera um og betra um gerandisdagin hjá fólki við menningartarni, fjølbreki og fysiskum breki. Umráðandi er, at tú kennir týdningin av, at borgarin verður møttur har hann er, skiltur og hjálptur.

Um eind 2 í Trivnaðardeplinum
Eind 2 veitir tænastu í Eysturoy og í Norðoyggjum til børn og vaksin við menningartarni, fjølbreki og fysiskum brekum.

Tænasturnar umfata, bústaðir, dag- og frítíðartilboð, umlætting og stuðul.

Til eind 2 hoyrir Sambýlið í Blikagøtu, Búfelagsskapurin á Blikagøtu, Dag- og Umlættingarstovnurin Mýrisóljan, tvey stuðulstoymi og fleiri stuðulsfyriskipanir.

Vit arbeiða tvørtur um fak og tvørtur um stovnarnar í eindini og  leggja dent á góðan trivnað,  gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 2. Viðkomandi, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Føroya Pedagogfelag og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Fólk við øðrum heilsufakligum útbúgvingum verða lønt eftir sáttmálanum hjá avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti innan fyri økið.

Umsókn
Skrivlig umsókn, saman við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn Blikagøta/Umsókn Mýri-sóljan”. Meira kunning um Eind 2 kann lesast her

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 18.12.2018 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Hugo Leo, eindarleiðara á tlf. 297376 ella til Joan K. Olsen, leiðara á tlf. 297685.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER