Starvsfólk til Sandoyar Kunnningarstovu
SANDOYAR SÝSLU FERÐALAG

Vit leita eftir tær, ið brennir fyri góðari kundatænastu, ferðavinnu og forvitnisligum avbjóðingum! Ferðavinnan í Føroyum er í blóma og hevur nú møguleikan at vera við í spennandi arbeiðinum ið liggur fyri framman í Sandoyar Sýslu.


Starvið:
Starvið er sera fjølbroytt og umfatar í høvuðsheitum at veita kundum okkara góða tænastu, at vegleiða og kunna bæði føroysk og útlendsk ferðafólk, andlit til andlit, á telefon, umvegis teldupost og  á sosialum miðlum. Eisini umfatar arbeiðið at taka móti bíleggingum og samskipa túrar. Arbeiðið kann umfata at samskipa tiltøk, vera við til at menna tilboð og skriva tekstir til lýsingar og heimasíðu.

Um teg:

Tú ert fyrikomandi, ágrýtin og leggur stóran dent á, at veita góða tænastu. Tú hevur áhuga í ferðavinnu og klárar at hava nógvar bóltar í luftini í senn. Tú hevur lætt við at samskifta bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum, á skrift og í talu, og hevur góðar telduførleikar til vanligt skrivstovuarbeiði. Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, ert forvitin og nýhugsandi.

Um tú ert staðkend/ur í sýsluni og hevur royndir innan ferðavinnu, er tað ein fyrimunur.

Løn og setanartreytir:

Talan er um ¾ starv sum fyribils er tíðaravmarkað til 1 ár.  

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála hjá Starvsmannafelagnum.
 

UMSÓKN

Skrivlig umsókn við avritum av viðkomandi prógvum, lívsrensli (CV) og viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 31. desembur 2018. Starvið verður sett fyrst í 2019.

Umsóknin skal sendast til:

tordis@visitsandoy.fo

Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at at seta teg í samband við kunningarleiðaran, Tordis K. á Rógvi Simonsen, umvegis teldupost: tordis@visitsandoy.fo. Viðmerk "Starvsfólk til Sandoyar Kunningarstovu".

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER