Reingerðarfólk til Bakkafrost
P/F BAKKAFROST

Lýst verður eftir fólki til reingerð á virkinum at byrja skjótast gjørligt. Talan er um náttararbeiði. Starvið er fulla tíð.

Reingerðararbeiði er ein liður í virkseminum Bakafrost, sum er at framleiða hágóðskulaks til kundar okkara.

Tú verður ein partur av einari fyritøku í heimsflokki. Lønin er sambært galdandi sáttmála. Harumframt bjóða vit góðar tryggingar til okkara starvsfólk. Vit hava kantinu og møguleiki er at vera við í eini matarskipan. Vit hava nógv dugnalig fólk í starvi, so tú fært fittar og dugnaligar starvsfelagar.

Um hetta hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anju Kass Olsen, reingerðarleiðara, á tlf. 235685.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER