Almannaverkið søkir málsviðgerar til deildina fyri Útgjald
ALMANNAVERKIÐ

Á deildini fyri Útgjald eru tvey størv leys at søkja. Eitt starv sum barnsburðaravloysari ¾ tíð og eitt fast fulltíðarstarv. Bæði størvini er frá 1. januar 2019 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum.

 

Um deildina fyri Útgjald
Á deildini fyri Útgjald verða flest øll útgjøld frá Almannaverkinum til borgaran avgreidd. Hvønn mánað verða rindaðar 16.000 veitingar uppá tilsamans 80-90 mió. kr. Deildin umsitur pensjóns-, dagpeninga-, forsorgar- og barnagjaldsveitingar. Deildin málsviðger umsóknir um fólkapensjón, sjúkradagpening, hjálparráð, familjuískoyti og barnagjøld. Eisini umsitur deildin norðurlendska arbeiðsmegi. Journal og móttøka hoyra eisini til deildina.

 

Á deildini starvast 22 starvsfólk.

 

Arbeiðsuppgávur
Í starvinum verður tú partur av einum stinnum toymi, har høvuðsuppgávan er móttøka, telefonmóttøka og avgreiðsla av viðskiftafólki. Tú starvast í einum mennandi arbeiðsumhvørvi, sum hevur til endamáls at málsviðgera umsóknir frá borgarum innan forsorg. Tínar arbeiðsuppgávur koma eisini at fevna um journal, og aðrar uppgávur á deildini.

 

Førleikar
Vit hugsa okkum, at rætti persónurin hevur:

  • viðkomandi útbúgving (skrivstovuútbúgving ella líknandi)
  • viðkomandi royndir
  • góðan telduførleika
  • evni at læra nýtt
  • evni at arbeiða sjálvstøðugt, vísir nærlagni og ábyrgd
  • evni at samstarva og samskifta við onnur og er fleksibul

 

Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan almenna fyrisiting.

 

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í løtuni á deildini fyri Útgjald á Staravegi 18, Tórshavn. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Størvini verða lønt sambært 3. lønarflokki.

 

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, C.V., viðmælum við meira skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn málsviðgeri, Útgjald”.


Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 18. desember 2018  kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Palla Mortensen, deildarleiðara á tel. 347095.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER