Spennandi lærupláss í køkinum á Landssjúkrahúsinum
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

 

Spennandi lærupláss í køkinum á Landssjúkrahúsinum

Hevur tú hug at læra at gera góðan og fjølbroyttan mat, so er hetta rætta læruplássið fyri teg.

Køkurin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir arbeiðssomum og ídnum føðsluatstøðaralærlingi (ernæringsassistent) til setan 1. februar 2019 ella eftir avtalu.

Vit bjóða lærupláss í einum góðum og spennandi fjølbroyttum umhvørvi við virknum og dugnaliðum starvsfeløgum.

Vit ynskja, at tú ert ágrýtin og hevur hug at læra um og at framleiða rættan kost til sjúklingar og onnur. Umframt hetta, ert tú álítandi, ábyrgdarfullur, tænastusinnaður og hevur góð samstarvsevnir. Eisini dugir tú at samskifta í skrift og talu og at nýta teldu á brúkarastøði.

Skúlakrøv

  • Í minsta lagi 9. flokksprógv frá fólkaskúlanum
  • Grundskeið á 20 vikur innan matvøruútbúgving (grundforløb)

Lærutíðin er 3 ár. Skúlagongdin er 30 vikur í lærutíðini, tríggjar ferðir 10 vikur skúlaskeið á tekniskum skúla í Danmark.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Kost- og føðslufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Royndartíðin er 6 mánaðir.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, kostfakligan leiðara, telefon 304500, lokal 1260 ella telefon 234520.

Kunning um útbúgvingina sæst á heimasíðuni http://www.ernaerings-assistent.dk/

Umsóknarfreistin er 17. desember 2018

Upprunaprógv og viðmæli skulu havast við til samrøðu.

Les meira “um okkum” á www.ls.fo

Søk starvið her

Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER