Starvsfólk til barna- og ungdómspsykiatri
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

 

Starvsfólk til barna- og ungdómspsykiatri

Starvsfólk til barna- og ungdómspsykiatri

Vit sóknast eftir einum starvsfólki við námsfrøðiligari- ella heilsufakligari bakgrund til okkara dagviðgerðartilboðið í Barna- og ungdómspsykiatriini. Talan er um eitt fulltíðarstarv frá 1. januar til 31.desember 2019.

Barna- og ungdómspsykiatriska toymið er ein ambulant eind á Psykiatriska deplinum, sum arbeiðir við útgreining og viðgerð av børnum og ungum upp til 18 ár. Tað eru 16 starvsfólk knýtt at eindini, sum er samansett av serlæknum í barna- og ungdómspsykiatri, sálarfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum, lækna, skrivara og móttøkufólki. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við.

Ein av høvuðsuppgávan verður at luttaka í menningini av einum ein dagtilboði til børn og ung. Arbeiðið umfatar miljøterapeutiskt arbeiði og at skipa ein gerandisdag fyri børn/ung, sum hava tørv á hesum. Virksemið fer fram í tøttum samstarvi við foreldur og onnur avvarðandi, ið eru ein aktivur partur av viðgerðini, umframt nógv samstarv við innan- og uttanhýsis samstarvsfelagar.

Arbeiðstíðin er í høvuðsheitum frá kl. 8-16, men talan kann í summum førum vera seinni vaktir út á kvøldið.

Dentur verður lagdur á

  • Miljøterapeutiskar royndir
  • Virkisfýsni og áhuga at menna eitt barna- og ungdómspsykiatrisk dagtilboð
  • Evni at seta ting í verk.
  • Hug og evni at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva interprofessjonelt
  • Góð skipanarevni og gott yvirlit
  • At tú er fyrikomandi og álitisvekjandi

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiði í einum arbeiðsøki í menning
  • Dugnaligar og hugnaligar starvsfelagar
  • Eitt arbeiðsumhvørvi við denti á yrkisføri og menning
  • Tætt samstarv við starvsfelagar í einum vælvirkandi tvørfakligum toymi
  • Góðar møguleikar fyri førleikamenning umvegis undirvísing, supervisjón og tvørfakligum konferansum

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag

Nærri upplýsingar við at venda sær til Jóhannu við Streym, virkandi deildarleiðari, tlf. 304599-4493 ella T-post johanna.vid.streym@ls.fo

Umsóknarfreist 15. Des. 2018

Søk starvið her

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hava verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrja verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www. ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Leys størv.” 

Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER