Starv sum námslektari ella adjunktur í KT-verkfrøði á Fróðskaparsetrinum Fróðskaparsetur Føroya vantar fólk við forritan og KT-trygd sum serøki
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA

Starvið

Starvið er fulltíðarstarv og fevnir um, við samstarvi í Føroyum og uttanlands, at undirvísa og menna  KT-verkfrøði sum fakøki á Fróðskaparsetrinum. Okkum vantar serliga fólk innan forritan (C++/C#/Java/Python) og/ella KT-trygd (Windows/Linux/Cloud/Mobile), men fólk við førleikum á øðrum KT-fakøkjum eru eisini vælkomin at søkja starvið, tí tørvur er á manning á fleiri økjum. Væntað verður, at umsøkjarin hevur áhuga at eftirútbúgva seg í starvinum,  tí tað er alsamt neyðugt at fylgja væl við á KT-økinum, sum er í eini risastórari menning.

Undirvísing í starvinum verður mest á bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði, umframt møguliga at menna nýggj stakskeið á MSc-støði. Stórur áhugi er fyri útbúgvingini, sum síðani 2010 er veitt í samstarvi við Mittuniversitetet í Svøríki og KT-vinnuna í Føroyum. Til dømis vóru 76 lesandi í KT-verkfrøði við lestrarbyrjan 2018.

Námslektarastarv er eitt fulltíðar undirvísingarstarv. Námslektari hevur tí ikki granskingarskyldu, men kann eftir nærri avtalu fáa tillutað granskingartíð. Námslektari skal hava góðan fakligan førleika og hava góðar undirvísingarførleikar. Námslektarastarv er fast starv.

Adjunktstarv er eitt útbúgvingarstarv til fast starv sum lektari, um lektaratreytirnar verða loknar. Ph.d. ella samsvarandi granskingarførleiki er ynskiligt. Men hjá einum við skjalprógvaðum granskingarevnum er eisini møguleiki fyri at skriva ph.d.-ritgerð og menna seg bæði granskingarliga og undirvísingarliga í adjunkttíðini, sum vanliga er 4 ár.

Førleikar

Umsøkjarar skulu hava viðkomandi universitetsútbúgving (M.Sc. ella ph.d.) innan til dømis teldufrøði, KT-verkfrøði, el-verkfrøði, alisfrøði, støddfrøði/hagfrøði ella líknandi útbúgving. Tað er eisini møguligt at søkja starvið við eini vinnuligari KT-útbúgving, sum til dømis virkisbúskap og KT ella við aðrari samansettari útbúgving. Umframt útbúgving verður dentur lagdur á royndir umsøkjarans.

Fyrimun hava umsøkjarar við royndum innan eitt ella fleiri av hesum økjum:

  • forritan, KT-trygd, web-, cloud- og app-skipanum
  • stórdata dátuvísindi, tilgjørt vit (artificient intelligence), internet of things
  • undirvísing, gransking og/ella samskipan av útbúgving
  • vinnuligar royndir úr Føroyum og/ella uttanlands

Umsøkjarar skula helst hava góðan førleika í føroyskum, enskum og norðurlendskum (t.d. svenskum ella donskum) máli.

Umsóknin

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, CV, umframt lýsing av møguligum granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum. Eisini skal yvirlit fylgja við yvir møguligar royndir við undirvísing, eins og yvirlit yvir møgulig vísindalig ella menningarlig avrik umsøkjarans. Í mesta lagi 5 vísindaligar útgávur kunnu leggjast við umsóknini.

Umsóknin skal skrivast á enskum og sendast teldutøk til umsokn(at)setur.fo. Í umsóknini skal verða tilskilað, um søkt verður um starv sum námslektari ella sum adjunktur.

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist

Umsóknarfreist er 7. januar 2019. Miðað verður eftir at seta starvið skjótast gjørligt.

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar fáast hjá Hannes Gislason, hannesg(at)setur.fo, professara í kunningar- og samskiftistøkni, ella hjá Hans Paula Joensen, hanspj(at)setur.fo, dekani á Náttúruvísindadeildini. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya og útbúgvingina í KT-verkfrøði eru at finna á www.setur.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER