Hesi størv eru leys at søkja í Skúlanum á Argjahamri
SKÚLIN Á ARGJAHAMRI

Størvini eru at seta frá 7. januar og skúlaárið út.

  • 1  lærari í barnsburðarfarloyvi, at undirvísa í 3. fl í føroyskum, drama og ítrótti.

5. og 6. flí enskum

Førleikakrøv er læraraúbúgving, við førleikum í nevndu lærugreinum.

Talan er um eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv , sum er lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

  • 1 námsfrøðing til næming í grunddeild 18,2 tímar um vikuna

Søkir ongin námsfrøðingur, kann hjálparfólk setast í starvið.

Námsfrøðiligu stuðulstímarnir í skúlanum verða løntir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Vit sóknast eftir starvsfólkum sum

  • duga væl at samstarva og samskifta
  • vilja menna seg sjálvan og skúlan
  • sýna  næmingum og undirvísing sín eldhuga
  • vilja fevna ymiskleikanum og styrka felagskapin

Umsóknir

Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. desember  kl. 15.00

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Marjun Holm, skúlastjóra, á tlf 302510 og 221466

Eisini ber til at senda teldupost til skúlan:    sah@torshavn.fo

 

Skúlin á Argjahamri er skúli við forskúla til 9. flokki og frítíðarskúla.

Í skúlanum eru uml. 45 starvsfólk og  ganga 387 næmingar í skúlanum.

Skúlin er býttur sundur í tríggjar undirvísingarpartar, grundeild, miðdeild og hádeild.

Okkara viðri eru: ábyrgd- álit – ávirkan – ágrýtni.

Sí. www.sah.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER