Klædnahandilin GUNNVA søkir eftir starvsfólki
GUNNVA APS

Klædnahandilin GUNNVA søkir eftir starvsfólki 25-30 tímar um vikuna.

Starvið er eitt tíðaravmarkað starv áleið 1/2 ár frá uml. 15/1-19, við møguleika fyri føstum starvi.

Royndir innan klædnahandil er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Vit vænta at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert jalig/ur og kundavinarlig/ur. At tú setir teg inn í tingini, so at tú kanst tæna kundanum á besta hátt.

Vit eru ein klædnahandil við klæðum til kvinnur í øllum aldri og støddum frá 38-56 (All size) Vit leggja stóran dent á at tæna og vegleiða okkara kundum á besta hátt.

Møguleiki er at byrja longu nú í des. sum avloysari/jólahjálp.

Løn sambært S&K Er hetta nakað fyri teg, so send okkum eina umsøkn á Gunnvafo@gmail.com



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER