Vaðhorn Seafood søkir eftir fólki til saltfiskaframleiðslu á Strondum
P/F VAÐHORN

P/F VAÐHORN

Starvið:
Arbeiðið fevnir um maskinskering, reinskering, salting og pakking.
Vit bjóða støðugt arbeiði, har vanliga arbeiðstíðin er millum 08:00-16:00 mánadag til fríggjadag.
Øll, sum verða sett, fáa upplæring í tí arbeiði tey koma at arbeiða við.
Lønin er sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Vaðhorn Seafood
Á Vaðhorn Seafood gera vit nógv fyri at øll starvsfólkini trívast og hava tað gott, og tískil kemur tú at arbeiða saman við góðum starvsfólkum í einum góðum umhvørvi, har smílini síggjast hvønn dag. 

Umsókn:
Hevur hetta tín áhuga? Set teg so í samband við Oslak Frederiksberg á tlf. 777723
Ella send eina umsókn til starv@vadhorn.fo

Viljin at gera mun, ger mun

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER