Starvslýsing til eldrasambýlið Vesturstova
NÁND-HEIMATÆNASTAN

Søkt verður eftir heilsurøktara/heilsuhjálpara til eldrasambýlið Vesturstova í Fuglafirði

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólk, og fyri at skapa teimum góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.

Talan er um starv á fulla ella niðursetta tíð, at arbeiða í skiftandi vaktum. Starvið er at byrja 1.februar 2019.

Krøv til førleika

  • Útbúgving sum heilsurøktari / heilsuhjálpari.
  • Góð samstarvsevni.
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu.
  • Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum.
  • Evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing.
  • Dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við borgaran.
  • Sær týdningin av fyribyrgjandi tænastum.

Vit kunnu bjóða tær

  • Eitt framtakshugað arbeiðspláss, góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar.
  • Gott samstarv við onnur fakfólk.

Áhugaði, ið ynskja at vita meira um starvið, kunnu venda sær til Elsebeth Viðoy Simonsen, deildarleiðara á tlf. 73 02 32.

Umsóknarfreist

Umsóknir skulu verða okkum í hendi, áðrenn fríggjadagin 14.desember 2018 á middegi.

Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til nand@eystur.fo  ella til:

Nánd

Oyran 2

512 Norðragøta.

 

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER