Starvsfólk til Visit Runavík
RUNAVÍKAR KOMMUNA

Visit Runavík søkir eftir einum ágrýtnum starvsfólki til okkara toymi, sum skal vera við til at birta upp undir og menna ferðavinnu sum vinnu.

Ferðavinnan í Føroyum er í vøkstri, og økta ferðafólkatalið setir størri krøv til hesa vinnu úti í økjunum. Runavíkar Kommuna yvirtók 1. januar 2018 Kunningarstovuna í Runavík, og Visit Runavík varð sett á stovn. Eitt av aðalmálunum er at skipa ferðavinnuna á ein burðardyggan hátt, menna og birta upp undir ferðavinnu sum vinnu umframt at stuðla og leiðbeina íverksetarum innan ferðavinnnu. Saman við leiðsluni og mentanardeildini er ein uppgáva hjá okkum eisini at skapa mentanarligar upplivingar í økinum og veita góða tænastu.

Starvið á Visit Runavík er spennandi og fjølbroytt og er í tøttum samstarvi við aðrar deildir og stovnar í kommununi, vinnulívið og áhugafeløg. Harumframt eru ferðavinnuveitarar, aðrar kunningarstovur og Visit Faroe Islands sjálvsagdir samstarvsfelagar. Visit Runavík er í løtuni mannað við einum leiðara og tveimum starvsfólkum.

Uppgávurnar fevna m.a. um at veita vitjandi góða vegleiðing og tænastu. Saman við toyminum fert tú at menna ferðavinnuna í kommununi og marknaðarføra á talgildum miðlum. Tú fært ábyrgd av okkara talgildu summarhúsaskipan. Harumframt verður tú við til at røkja okkara heimasíðu og talgilda kort: ‘Tourist map’. Ein av uppgávunum verður at orða tekstir og tí er føroysk rættstaving ein fyrimunur. Vanlig skrivstovuavgreiðsla verður eisini ein uppgáva.

Førleikakrøv

  • Vit søkja eftir einum fólki, sum hevur áhuga fyri ferðavinnu og mentan.
  • Vit ímynda okkum ein persón, sum er útvendur og tænastasinnaður
  • Vit vænta, at tú hevur hollan málkunnleika; serstakliga í føroyskum, enskum og skandinaviskum máli.
  • Tað er umráðandi, at tú dugir at væl at arbeiða sjálvstøðugt, hevur góðar telduførleikar og hevur góð samstarvsevni.

Setanarviðurskifti
Talan er um hálvtíðarstarv. Starvsstaðurin er á Visit Runavík, Saltangará.

Byrjunardagurin er 1. februar 2019, ella eftir avtalu. Fyrstu tríggir mánaðirnir í starvinum eru royndartíð. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum.

Freist v.m.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Marjuna Niclasen, leiðara, tel 237060 ella skriva til marjun@runavik.fo, viðmerk “ Starvfólk til Visit Runavík”.

Til ber at søkja starvið á www.runavik.fo /Leys størv

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. des 2018.

Hesi talgildu skjøl verða viðfest umsóknini (pdf e.t.):

  • Umsókn
  • CV
  • prógv
  • mynd
  • møgulig onnur viðkomandi skjøl sum viðmæli o.t.


FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER