Námsfrøðingar og hjálparfólk til Býlingshúsið í Maritugøtu Tveir námsfrøðingar og eitt hjálparfólk til nýggja vøggustovu
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið í Maritugøtu eftir tveimum námsfrøðingum og einum hjálparfólki at arbeiða í vøggustovu við 11 børnum. Størvini eru ávíkavist 40 og 30 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu. Størvini eru til setan frá uml. 20. januar 2019, tó møguliga seinni, treytað av nær vøggustovan verður liðug.


Størvini eru til okkara nýggju vøggustovu, har ið 11 børn í aldrinum 10 mánaðir til umleið 3 ár koma at ganga. Av tí at hetta er ein nýggj stova, hava starvsfólkini góðar møguleikar at seta sín egna dám á stovuna og arbeiðið – sjálvsagt við støði í okkara námsætlan. Flestu børnini verða umleið eitt ára gomul, tá tey byrja, øll vera nýggj og skulu koyrast inn, og eftir ætlan byrja nøkur 1. februar, nøkur 15. februar og tey síðstu 1. mars.

EIN NÁMSFRØÐINGUR TIL BARNAGARÐSSTOVU

Eisini verður søkt eftir einum námsfrøðingi til barnagarðsstovu við uml 18-19 børnum at arbeiða 35 tímar. Starvið er til setan 10. januar 2019 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri fleiri / færri tímum um vikuna.

Starvið er fyribils tíðaravmarkað til 31. desember 2019, men við møguleika fyri fastari setan.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk setast ístaðin í tíðaravmarkað størv.

VIT YNSKJA:

• 

At børnini skulu kenna seg trygg

At geva børnunum møguleika at hugsavna seg og at
vera í ró

At geva børnunum møguleika til frítt spæl og at brúka
egið hugflog

At geva børnunum mennandi og spennandi avbjóðingar

At hava eitt gott foreldrasamstarv

VIT VÆNTA, AT:

• 

tú ert fyrikomandi, nærverandi og hevur góð samstarvsevni

tú vilt arbeiða eftir okkara virðum og námsætlan

tú hevur hug at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið á
stovninum

tú tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt

tú ert fleksibul og sært møguleikar, heldur enn forðingar

tær dámar at vera úti og brúka rørslu og náttúruna sum
námsfrøðiligt amboð

tú ert virkin partur av starvsfólkatoyminum

VIT BJÓÐA TÆR:

• 

eitt týdningarmikið og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum

eitt starv, sum tú hevur møguleika at seta tín dám á


 

eitt starv, har viðurkenning og relationsarbeiði hevur stóran
týdning í okkara arbeiði fyri at skapa tryggleika, trivnað og
menning

at gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi, har
trivnaður og faklig menning er høgt raðfest

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mikudagin 12. desember 2018 kl. 12, og viðmerkja „Umsókn til Maritugøtu“.

MEIRA FÆST AT VITA

um okkum og størvini við at venda sær til Maiku L. Samuelsen, stovnsleiðara, telefon 302400 / 272929 ella at vitja heimasíðu okkara www.maritugota.fo

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER