Kostrøktarstarvsfólk til eldrasambýlið Gøtubrá.
NÁND-HEIMATÆNASTAN

Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum starvsfólki til køkin á Gøtubrá.

Arbeiðið fevnir um at keypa inn, tilevna góðskumáltíðir til ca. 25 fólk dagliga, umframt at halda køkin.

Starvið er normerað til 22,5 tímar um vikuna. Í løtuni verður arbeitt 45 tímar, deilt yvir 7 dagar aðru hvørja viku.

Førleikakrøv

Køksfaklig útbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Vit ynskja, at tú:

  • sært týdningin av og dugir at gera føðsluríkan og fjøltáttaðan mat til eldri fólk
  • hevur førleika at fáa til vega góðar rávørur
  • hevur ans fyri at fáa sum mest burturúr pengunum
  • hevur hegni at kveikja undir og at samskipa hugnaliga samveru um matgerð saman við húsfólkunum
  • ert sjálvstøðug/ur og fleksibul.

Setan og løn

Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran og verður sett at byrja 1. februar 2019 ella skjótast gjørligt. Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Jónhild Abrahamsen, deildarleiðara á tlf. 730252.

Umsókn
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi seinasta lagi :

mánadagin 14. desember 2018.

Setanarsamrøður verða í viku 51.

Umsóknin skal sendast til:

Nánd

Oyran 2  

512 Norðragøta

ella á teldupost: nand@eystur.fo

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt.

Á Gøtubrá, ið er eldrasambýlið í Norðragøtu, eru 18 búpláss. Her starvast heilsuhjálparar, heilsurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar, reingerðarfólk og køksfólk. Sí meira um Nánd á www.eystur.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER