Barnaergoterapeutur søkist í Tórshavn
FA. BARNAERGOTERAPI

Eitt spennandi hálvtíðarstarv sum barnaergoterapeutur at byrja 14. januar 2019 er leyst at søkja. Fyribils í eitt ár

Hevur tú hug at arbeiða við børnum? Nú hevur tú møguleikan! Ikki er neyðugt við nógvum royndum innan barnaøkið, tí tú fært góða hjálp til at koma í gongd. Børnini eru millum 0 og 18 ár.

Arbeiðið umfatar at ráðgeva, vegleiða, kanna og viðgera, bæði í viðgerðarstovuni og úti á m.a. stovnum har børnini ganga. Gott samstarv við m.a. avvarðandi, námsfrøðingar, lærarar er ein týðandi partur av arbeiðnum. Umráðandi er at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.

Ein fyrimunur er at hava koyrikort og bil, so tú lættliga kanst koma runt á stovnar o.a. 

Starvið er bæði spennandi og mennandi og vit eru 4 ergoterapeutar og 1 fysioterapeutur knýttur at staðnum.

Lønin er góð.

Freistin at søkja er 14. des 2018. Ikki er neyðugt við longum CV

Ring og hoyr nærri á tlf 580320 (Unn Thomsen) ella skriva til unnthomsen@hotmail.com

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER