Vilt tú smíða nýggja heimið til okkara dátur?
HAGSTOVA FØROYA

 

Hagstova Føroya er farin undir at sniðgeva og menna ein nýggjan dátugrundvøll, sum skal gera tað lættari at framleiða nýggj hagtøl og fáa verandi hagtalsframleiðslur at ganga smidligari. Arbeitt verður við dátugrunnum, dátuvøruhúsi og Business Intelligence.

Ljóðar hetta spennandi, er tað kanska tær, vit leita eftir.

Starvið
Tú verður við at sniðgeva og menna eitt nýtt fjølbroytt dátuvøruhús og tilhoyrandi dátugrunnar, sum koma at fevna um allar núverandi og framtíðar hagtalsframleiðslur á stovninum. Vit ynskja at gera tað einfaldari og smidligari at arbeiða við hagtølum, og tú fær ein týdningarmiklan leiklut í hesum arbeiði.

Í tilgongdini verður eisini lagdur dentur á, at verandi undirstøðukervi framhaldandi virkar eftir ætlan. Tú verður tí eisini við at røkja verandi undirstøðukervi til nýggi dátugrundvøllurin er komin á mál.

Tú fer at arbeiða á KT-deildini, ið júst hevur sett nýggjan KT-leiðara. Hann byrjar í starvinum 1. januar 2019. KT-deildin mennir hagtalsskipanir og hevur ábyrgd av tøkniliga grundarlagnum undir hagtalsframleiðsluni. Arbeiðið er í tøttum samstarvi við starvsfelagar á Hagdeildini, og tí hevur tað týdning, at tú trívist væl við at arbeiða í tvørfakligum toymum.

Tínir førleikar
Tú hevur miðallanga ella langa útbúgving innan KT. Tú hevur royndir við at implementera dátugrunnar og dugir væl at forrita í SQL. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við menning av dátuvøruhúsum, Business Intelligence amboðum og/ella hagtalsframleiðslu.

Tað hevur stóran týdning, at tú ert sinnað/ur at arbeiða í einum umhvørvi, har tøkniligar broytingar standa fyri framman, og at tú ert hugað/ur at verða við í hesum broytingum.

Setanarviðurskifti og umsókn

Lønin er sambært galdandi sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknin skal vera Hagstovuni í hendi í seinasta lagi sunnudagin 9. desember 2018. Umsóknin skal sendast til hagstova@hagstova.fo ella Hagstova Føroya, Postboks 2068, 110 Tórshavn.

Vilt tú hava meira at vita um starvið og møguleikarnar, set teg so í samband við Torbjørn Lisberg, leiðara á KT-deildini, telefon 352803.

Stutt um Hagstovuna

Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagtøl geva innlit og vitan til avgerðir, gransking og kjak, og eru ein týðandi lutur í einum framkomnum fólkaræði.

Persónlig og faklig menning er ein fyritreyt fyri ein vælvirkandi stovn, og tí leggja vit stóran dent á at menna førleikarnar hjá leiðarum og starvsfólkum. Vit vilja stimbra eina mentan, har dentur verður lagdur á dygd, samstarv og álit.

Á Hagstovuni eru í løtuni 18 fólk í starvi, harav 3 starvsfólk eru á KT-deildini.

Vit skula gjarna hava tikið avgerð um setan innan jólini



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER