Vaðhorn Seafood søkir eftir fólki til saltfiskaframleiðslu á Strondum og Eiði
P/F VAÐHORN

Starvið:

Arbeiðið fevnir um maskinskering, reinskering, salting og pakking.

Vit bjóða støðugt arbeiði, har vanliga arbeiðstíðin er millum 08:00-16:00 mánadag til fríggjadag.

Øll, sum verða sett, fáa upplæring í tí arbeiði tey koma at arbeiða við.

Lønin er sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Vaðhorn Seafood

Á Vaðhorn Seafood gera vit nógv fyri at øll starvsfólkini trívast og hava tað gott, og tískil kemur tú at arbeiða saman við góðum starvsfólkum í einum góðum umhvørvi, har smílini síggjast hvønn dag. 

Umsókn:

Um tú ynskir at søkja starv til virkið á Strondum, set teg so í samband við Oslak Frederiksberg á tlf. 777723

Um tú ynskir at søkja starv til virkið á Eiði, set teg so í samband við Per Martin Gregersen á tlf. 777719

Ella send eina umsókn til starv@vadhorn.fo

Viljin at gera mun, ger mun

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER