Starvsfólk til Heimið við Vallalíð
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Dámar tær at gera mat? So er hetta kanska nakað fyri teg!

Heimið við Vallalíð søkir eftir tveimum starvsfólkum til at matgera í hálva tíð.

Á hugnaliga heiminum búgva 16 húsfólk við demensi, og leggja vit dent á at liva eitt lív sum gevur meining, og ynskja vit at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Heilsugóður matur er týðandi fyri trivnaðin hjá húsfólkunum, og rómin av matgerð er við til at geva vælveru og styrkja heimliga hugnan á heiminum. Í starvinum hevur tú møguleika fyri at uppbyggja matarøkið saman við okkum, og tískil er gott við góðum hugflogi, samstarvi og samskifti.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at gera døgurða, at gera klárt til nátturða, baka breyð og køkur, gera matarætlan og standa fyri innkeypi.

Hevur tú hug at vera ein partur av okkara dugnaliga starvfólkahópi í Vallalíð? Dámar tær væl at gera mat, og hevur tú royndir innan økið, so send okkum tína umsókn.

Arbeiðstíðin er kl. 9-13 og annað hvørt vikuskifti.


SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Havnar arbeiðara- ella Havnar arbeiðskvinnufelag.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Nolsøe, deildarleiðara á Vallalíð, á telefon 226445 ella við telduposti til elisabethn@torshavn.fo

UMSÓKN

Umsókn saman við prógvum, útbúgving og royndum verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Vallalíð“.

Umsóknarfreistin er 10. desember 2018.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER