Námsfrøðingar til Býlingshúsið Vesturi á Flat
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Býlingshúsið Vesturi á Flat eftir fýra námsfrøðingum at arbeiða 30 / 35 tímar um vikuna

Størvini verður sett 1. januar 2019 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri færri / fleiri tímum um vikuna. 

Søkir eingin námsfrøðingur, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. 

UM OKKUM
Í Býlingshúsinum á Flat er ein vøggustova og tvær barnagarðsstovur. Vit leggja stóran dent á umsorgan, menning og trivna hjá okkum øllum,børnum og vaksnum.

Stovnurin liggur sera væl fyri í náttúru vøkrum øki sum vit gleðast um hvønn dag, vit arbeiða tætt at náttúruni.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

  • ert blíð/-ur, fyrikomandi og hevur eitt gott yvirlit
  • hevur góð samstarvsevni og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • dugir at grunda yvir egið arbeiði
  • ert sinnað/-ur at arbeiða í eini broytingartíð
  • vilt verða ein virkin partur av starvsfólkatoyminum
  • við tímum dugna og liðiliga arbeiðslagi ert við til at stuðla undir okkara trivnað, menning og samstarv til frama fyri einstaka barnið, foreldrini og starvsfelagarnar

Hetta so at ØLL bæði børn, foreldur og starvsfólk verða sædd, hoyrd og tikin í álvara.

VIT BJÓÐA TÆR EITT TÝDNINGARMIKIÐ STARV:

  • har viðurkenning er grundarlagið undir trivnaði, menning og  samstarvi við einstaka barnið, foreldrið og starvsfelaga
  • við fjølbroyttum og spennandi avbjóðingum í gerandisdegnum
  • har menningin hjá einstaka barninum er týðandi partur í gerandisdegnum
  • har samstarv við foreldrini hevur stóran týdning
  • har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. 

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi sunnudagin 9. desember 2018.

MEIRA FÆST AT VITA
Um starvið og stovnin við at venda sær til Turið Horn, stovnsleiðara, telefon 275100 og við at skriva til turidh@torshavn.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER