Skúlin í Eysturkommunu søkir eftir lærara
SKÚLIN Í EYSTURKOMMUNU

Skúlin í Eysturkommunu søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi frá 7. januar til 27. juni 2019. Talan er um fulltíðarstarv.

Søkt verður eftir lærara, sum

  • hevur førleika at undirvísa í føroyskum, støddfrøði og ítrótti/svimjing
  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans.
  • dugir at samstarva og er fyrikomandi.
  • er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.

Vit vænta, at tú ert

  • fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur.
  • virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi
  • vilt vera við til at menna eftirmetingar.
  • í samstarvi við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan.

Førleikakrøv
Læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu lærugreinum. Royndir í føroyska fólkaskúlanum.

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til sey@skulin.fo. Umsóknarfreistin er 9. desember, kl. 18.00.

Áhugað kunnu venda sær til varaskúlastjóran, Atla F. Johansen, telefon 730070.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER