LÆRARI TIL SJÓNÁM
SJÓNÁM

Søkt verður eftir einum undirvísara at byrja í 1.februar 2019.

Starvsinnihald:

  • Undirvísa í trygd á sjónum. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga frálæru og venjingar við bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m.
  • Undirvísa skiparanæmingum og skipsatstøðarum
  • Vera við til at menna og gera frálærutilfar í samsvari við altjóða krøv og tørvin hjá vinnuni
  • Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini og aðrar fyrifallandi uppgávur

 

Førleikar:
Umsøkjarin skal hava

  • Lokið prógv sum skipsførari og hava starvsroyndir við neyðugari eftirútbúgving innan trygd umborð á skipum, á boripallum ella flogferðslu, ið kann javnsetast
  • Aldur og heilsu at taka prógv sum kavari
  • Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
  • Góð samstarvsevni og førleika til sjálvstøðugt arbeiði
  • Kunnleika til samskiftis- og kunningatøkni og
  • annars lúka krøv í ásetingum í “Kunngerð um skiparaútbúgving”

Fyrimunur er

  • um umsøkjarin hevur royndir sum undirvísari og -royndir frá t.d. sjó-, frálandavinnu ella loftferðslu

Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at taka útbúgvingar og eftirútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri starvið.

Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fakfelag Sjómansskúlalærara Føroya, sæst á www.fmr.fo

Setanarøkið fevnir um sjóvinnuútbúgvingarnar á Sjónámi og Tekniska Skúla í Klaksvík.

Umsóknir:
Umsóknarfreistin er 12.desember 2018.
Umsókn við ljóstøku av prógvum, yvirlit yvir royndir og møgulig viðmæli skulu sendast: 

Á teldupostadressu: runih@tsk.fo

ella

Tekniska Skúla í Klaksvík
Postboks 20
FO-700  Klaksvík
stílað: Rúni Heinesen, skúlastjóri

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Bogi Gardar, deildarleiðara, tlf. 224464 ella bogi@sjonam.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER