Avbjóðandi og spennandi starv sum móttøkuleiðari
P/F SMYRIL-LINE

Vit hava eitt avbjóðandi og spennandi starv leyst at søkja sum móttøkuleiðari umborð á Norrönu.

Sum móttøkuleiðari er tú annar av tveimum móttøkuleiðarum og partur av leiðslutoyminum í hoteldeildini umborð. Tú verður ein av lyklapersónunum, ið myndar menningina av hoteldeildini.

Móttøkuleiðararnir hava í felag ábyrgdina av móttøkuni, ið telur áleið 10 starvsfólk. Móttøkuleiðarin vísir til hotelstjóran.

Høvuðsarbeiðsuppgávurnar eru:

•   Daglig leiðsla av deildini

•   At tryggja trivna millum starvsfólkini

•   At gera vaktarætlan og skipa arbeiðið í móttøkuni

•   At samstarva og samskipa arbeiðið við aðrar deildir og høvuðsskrivstovuna 

 

Vit leita eftir einum leiðara, ið:

•   Hevur áhuga fyri ferðavinnu og er fyrikomandi

•   Hevur viðkomandi royndir og útbúgving

•   Dugir at samskifta við ferðafólk úr ymiskum londum

•   Tosar føroyskt, enskt, danskt og týskt

•   Dámar væl at veita tænastur á høgum støði

•   Veit, hvussu man setur kundan í fokus

•   Kann arbeiða undir ávísum arbeiðstrýsti og taka avbjóðingar við einum smíli

•   Dugir at skipa arbeiðið, leiða og motivera starvsfólkini

•   Dugir at nýta KT á hóskandi støði

Metir tú, at tú uppfyllir flestu av hesum krøvum? Ja, so er tað júst tær, vit leita eftir.

Um starvið
Talan er um fast starv. Tú arbeiðir umborð í 4 vikur og hevur frí í 4 vikur.

Tú hevur ábyrgdina av at leiða starvsfólkini í móttøkuni og tryggja, at ferðafólk fáa eina frálíka uppliving, tá ið ið tey seta seg í samband við móttøkuna.

Og saman við øllum starvsfólkunum umborð hevur tú ábyrgdina av at ferðin til Íslands, Føroyar ella Danmark verður ein dreymaferð.

Tú býrt umborð á Norrönu og arbeiðir 10 tímar um dagin saman við 90–100 starvsfeløgunum.

Vit bjóða
Eitt arbeiðspláss, har tú hevur møguleika at menna teg í einum altjóða umhvørvi umborð á einum ferðafólkaskipi, ið setur kundan í fokus.

Lønin verður sambært avtalu. Tú byrjar í starvinum í februar / mars 2019.

Freistin at søkja er 10. desember 2018. Umsóknin skal sendast til: starv@smyrilline.fo – um tú hevur spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at ringja til Pætur Trónd Thomsen, telefon 788 744.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER