ATLANTIC AIRWAYS SØKIR EFTIR STARVSFÓLKI TIL FYRISITINGINA
P/F ATLANTIC AIRWAYS, FAROE ISLANDS

Vit leita eftir einum starvsfólki til fyrisitingina á høvuðsskrivstovu okkara á flogvøllinum.


ARBEIÐSUPPGÁVURNAR FEVNA MILLUM ANNAÐ UM:

  • Lønarbókhald
  • Umsiting av starvsfólkaviðurskiftum
  • Aðrar fyrisitingarligar uppgávur

VIT VÆNTA, AT TÚ...

  • hevur viðkomandi útbúgving ella skrivstovuútbúgving/royndir
  • hevur lætt við at seta teg inn í kt-skipanir
  • ert sera væl skipað/ur og hevur eyga fyri smálutum
  • ert tænastusinnað/ur, tekur ábyrgd og heldur tíðarfreistir
  • dugir væl føroyskt, danskt og enskt í skrift og talu

VIT BJÓÐA:

  • eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv við nógvum ymiskum uppgávum
  • eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss
  • at gerast partur av eini altjóða fyritøku í støðugari menning

LØN- OG SETANARTREYTIR:

Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir

eru sambært avtalu. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara á flogvøllinum. Vit miða ímóti at seta starvið skjótast til ber.

UMSÓKN:

Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@atlantic.fo í seinasta lagi mánadagin 10. decembur 2018.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

VILT TÚ HAVA MEIRA AT VITA?

Set teg í samband við Marius Davidsen, fíggjarstjóra, tlf. +298 21 37 03 ella við telduposti á starv@atlantic.fo.

Les meira á heimasíðu okkara atlantic.fo

STARVSLÝSING UM OKKUM

Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkuni starvast umleið 200 eldhugað og tænastusinnað starvsfólk í nógvum ymsum

starvsbólkum. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika.

Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini og eina framúr

góða tænastu. 

Síggji lýsing her



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER