KØKSLEIÐARI TIL GLASIR
GLASIR

1.500 lesandi og 250 starvsfólk hava sína dagligu gongd á Føroya størsta útbúgvingarstovni. Vit søkja eftir einum royndum og framskygdum køksleiðara, sum skal leiða kantinuna og starvsfólkini har.

Á Glasi er tað at læra í miðdeplinum. Aðalmálið er at skapa bestu umstøður fyri útbúgving og læring. ‘Matur liggur undir manningini’, sigur orðatakið, og nógv veldst um matin vit borðreiða og um huglagið, andan og flogið rundanum tað, at savnast um mat. Tí er hetta Føroya týdningarmesta føðslufakliga starv, halda vit.

 

FØRLEIKAR
Glasir skal vera ein burðardyggur skúli við heilsugóðum mati. Hvussu tryggja vit hetta? Hvussu skapa vit eina uppliving rundanum máltíðirnar? Hvussu kunnu vit gera eina matarskrá, sum undirstuðlar málinum um at skapa eitt framúr læringsumhvørvi? Vit leita eftir einum køksleiðara, sum vil arbeiða við hesum spurningunum og sum kann tryggja, at starvsfólkini í kantinuni trívast, mennast og arbeiða saman um at skapa eitt matartorg, sum er miðdepil í sosiala lívinum á Glasi. Tann, vit seta, skal: 

  • hava útbúgving sum kokkur, økonoma, føðslufrøðingur ella líknandi
  • hava føðslufrøðiligar royndir og førleikar
  • hava royndir við at leiða matarstað, sum hevur eina ávísa stødd
  • duga at reka ein stóran køk fíggjarliga og fyrisitingarliga
  • duga at leiða og motivera starvsfólk og skapa gott samstarv
  • tíma og duga við ungdómi

Køksleiðarin fær stórt frælsi til at skipa kantinuna og matskránna, soleiðis at yvirskipaðu málini verða rokkin.

LØN OG TREYTIR
Starvið verður sett skjótast til ber. Viðkomandi vísir beinleiðis til umsitingarstjóran. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið, har starvið verður flokkað sum kostfakligur leiðari II. Endalønin er kr. 32.712,01 um mánaðin umframt leiðaraviðbót á kr. 2.000,00 og eftirløn, sum er kr. 5.168,50. Samanlagt gevur hetta eina endaløn, sum er kr. 39.880,50.

UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Steinbjørn Hardlei, umsitingarstjóra á Glasi, á tlf. 512166 ella skriva til sth@glasir.fo.

Umsókn við avritum prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal í seinasta lagi 17. desember 2018 sendast í telduposti til starv@glasir.fo ella til:

 

Glasir
Postrúm 218
Janusargøta 3
FO-110 Tórshavn



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER