Byrja yrkisleiðina hjá okkum, VILT TÚ VERA OKKARA NÝGGI LÆRLINGUR?
P/F MARIA POULSEN & CO.

Vit søkja eftir fýra rør og blikksmið lærlingum.

Sum lærlingur arbeiðir tú úti hjá kundum okkara, á størri byggiplássunum og á okkara smiðju.
Lærutíðin er fýra ár, og skúlagongdin á Glasi

VIT BJÓÐA TÆR...
· eitt áhugavert lærupláss við nógvum spennandi avbjóðingum.
· at gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi og einum væl virkandi virki.
· møguleikan at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, og á tann hátt at geva títt íkast til virksemi okkara.


VIT VÆNTA, AT TÚ...
· skilur týdningin av góðum handverki, dygd og vísir stoltleika fyri yrkinum.
· dugir at arbeiða sjálvstøðugt
· ert fyrikomandi, nærlagdur og íðin
· setur kundan í fremstu røð

LØN OG TREYTIR
Løn og setanartreytir sambært sáttmála viðavvarðandi fakfelag.

UM OKKUM
Maria Poulsen er millum elstu fyritøkur í landinum og størsti heildarveitari innan HVS í Føroyum. 
Tað eru góðar arbeiðsumstøður, góðir samstarvsfelagir, og arbeitt verður í einum jaligum fakligum arbeiðsumhvørvi.


SPURNINGAR?
Nærri fæst at vita um læruplássið, við at ringja á tel 22 77 20 og tosa við Kjartan á Dul.

ER TAÐ TÆR VIT LEITA EFTIR?

Vit ynska at finna tann rætta, um tú ert upptikin í løtuni so kunnu vit bíða eftir tær :)

Send okkum tín umsókn í dag við at trýsta á knøttin. 
Tú kanst eisini senda mail til kd@mp.fo (viðmerk: »umsókn«).

Send umsókn »

Umsóknarfreistin er sunnudagin 10. november 2018
Setanin verður sambært avtalu.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær :)



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER