Miðlagrafikaralærlingur til Atlantic Airways
P/F ATLANTIC AIRWAYS, FAROE ISLANDS

 

Brennir tú fyri grafiska yrkinum? Ert tú kreativ/ur, ágrýtin og áhugað/ur í at læra? So átti tú at lisið víðari!

Hjá Atlantic Airways sóknast vit eftir einum miðlagrafikaralærlingi at byrja eftir avtalu.

Sum miðlagrafikaralærlingur verður tú partur av sølu- og marknaðardeildini, har gerandisdagurin er spennandi og sera fjølbroyttur, og uppgávurnar eru nógvar og ymiskar.

Dømi um uppgávur:

  • Umbróting/uppseting av Atlantic Review
  • Framleiðsla av tilfari til m.a. prent, net, filmar og sosialar miðlar
  • Myndaviðgerð
  • Sniðgeving
  • Illustratión
  • Animering

Fyri útbúgvingina og okkum er umráðandi, at tú:

  • Dugir at brúka kt-amboð
  • Ert áhugað/ur í at arbeiði við skapi og sniði
  • Ert kreativ/ur
  • Hevur vanliga litsjón
  • Hevur góð samskiftisevni


Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi og spennandi lærupláss, har ferðin ofta er høg og stutt er frá tanka til handling. Tú verður partur av eini altjóða fyritøku í støðugari menning, har tú við tíðini eisini fært møguleika til at seta tíni fingramerki á grafiska samleikan hjá Atlantic Airways.

Krav:
Tú skalt hava lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Um tú frammanundan ikki hevur lokið grundskeiðið sum miðlagrafikaranæmingur, skalt tú vera til reiðar til at taka næsta skeiðið, sum byrjar á NEXT í Keypmannahavn 21. januar 2019. Tað tekur 20 vikur.

Lestrartíðin er tilsamans trý ár og 11 mánaðir skiftandi millum skúlagongd og starvsvenjing og endar við eini sveinaroynd. Tú kanst lesa meira um útbúgvingina á les.fo

Løn:
Lærlingaløn sambært sáttmálanum hjá Grafiska Yrkisfelagnum. Arbeiðsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara í Vága Floghavn.

Vilt tú hava meira at vita?
Set teg í samband við Bárð Mikkelsen, miðlagrafikara, á telefon 21 37 78 ella á telduposti bmi@atlantic.fo

Umsókn:
Vit gleða okkum til at taka ímóti tíni umsókn, prógvum og viðkomandi tilfari á starv@atlantic.fo í seinasta lagi mánadagin tann 10. desember 2018. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um okkum
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyri­tøkuni starvast umleið 200 eldhugað og tænastu­sinnað starvsfólk í nógvum ymsum starvs­bólkum. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini og eina framúr góða tænastu.

Les meira á heimasíðu okkara atlantic.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER