HandilsLærlingar til Elding Tórshavn
SP/F ELDING

Eitt lærupláss í Elding, kann gerast startskotið á tínari yrkisleið.

Vit sóknast eftir tveimum ágrýtnum og fyrikomandi lærlingum til handil okkara í Tórshavn.

Hvør ert tú?

Vit sóknast eftir einum persóni, ið brennur fyri sølu og tænastu. Tú smæðist ikki burtur, og hevur lætt at koma í samband við fólk. Tú setur kundan í fokus, og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Harumframt hevur tú lokið FHS-, HH- ella aðra miðnámsútbúgving.

Hvat bjóða vit tær?

Vit bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss, har tú sleppur at menna tíni evni innan sølu og tænastu. Tú kemur runt í øllum deildum okkara, har tú fært holla vitan innan tað nýggjasta ið rørir seg innan okkara øki, sum t.d. sjónvarp og hi-fi, hvítvørur, húsarhaldstól o.a.

Lærutíðin er 2 ár, íroknað 8 vikur í skúla í Danmark.

Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mads Andreas Winther, stjóra, á tlf. 529000, ella við at senda ein teldupost til maw@elding.fo.

Umsókn saman við avritum av prógvum, viðmælum o.ø., skulu sendast við telduposti til maw@elding.fo, í seinasta lagi mánadagin 26. november 2018.

Hvørji eru vit?

Elding er størsti elektronikk- og hvítvøruhandil í Føroyum, við handlum í Havn og Klaksvík, umframt nethandilin Elding Online. Harumframt eru vit partur av Elkjøp, sum er størsta elektronikk- og hvítvøruket í Norðurlondum.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER