Læknaskrivari til Vaksnapsykiatriina á Psyk. deplinum
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

 

 

Læknaskrivari til Vaksnapsykiatriina á Psyk. deplinum

 

 

 

 

Psykiatriski depilin tørvar læknaskrivara til Vaksnapsykiatriina til setan 1. desember 2018 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv

Vaksnapsykiatriin á Psyk. deplinum fevnir bæði um ambulantar eindir og seingjadeildir. Arbeitt verður við útgreining og viðgerð. Starvsfólk við ymiskum fakligum førleikum eru knýtt at Vaksnapsykiatriini, og arbeitt verður í tøttum samstarvi. Psyk. depilin arbeiðir við eini samskapandi psykiatri, har vit stremba eftir at leggja virksemið til rættis við hugtøkunum “recovery og rehabilitering” í huga.

Sum læknaskrivari ert tú við til at samkipa sjúklingagongdirnar í vaksnapsykiatriini og eru arbeiðs-uppgávurnar m.a. umfataðar av innkalling, planlegging, fyrisiting av kalendarum, skriva journal, avgreiða ávísingar, bíleggja blóðroyndir, samskifta við aðrar myndugleikar, innheinta upplýsingar, skráseting, senda umsóknir um heilivágstilskot, avgreiða kautiónir, telefonavgreiðsla og endurnýgging av reseptum.

Vit leggja dent á:

  • Útbúgving og prógv sum læknaskrivari.
  • Fleksibilitet og at megna “interprofessionelt samstarv”.
  • Góð samstarvsevni, tænastusinni og at kunna tola skiftandi arbeiðsuppgávur.

Vit bjóða:

  • Góða innleiðslu og upplæring á deplinum.
  • Tú verður partur av einum skrivaratoymi við 6 læknaskrivarum, einum heilsuskrivara og einum móttøkufólki.
  • Eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning við góðum starvsfelagum.

 

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til leiðandi læknaskrivara, Beintu Danielsen á tlf. 304500 – lokal 4104 ella lsbeida@ls.fo

Vinarliga søk starvið her

Umsóknarfreistin er 23. november 2018.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hava verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál, undir leinkinum “Leys størv.”

 

 


FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER