Sjúkrarøktarfrøðingur til Apopleksi- og neuro seingjardeild
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

 

Sjúkrarøktarfrøðingur til Apopleksi- og neuro seingjardeild

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingum til eitt barnsburðarfarloyvisstarv á B7 til setan 15.januar 2018. talan er um eitt starv í skiftandi vaktum á brøk 0,9.

B7 er neurologisk deild, sum tekur ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi, og øðrum nerurologiskum sjúkum, umframt endurvenjing av sjúklingum við apopleksi.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • Útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Vit leggja dent á

  • At tú ert ágrýtin og hevur dirvi
  • At tú hevur góð samstarvsevni og fleksibilitet
  • Fakligan áhuga innan økini
  • Evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • Miðlan av vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar
  • Eitt opið og jaligt sinni
  • Góðan telduførleika

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • Fjølbroytt arbeiði
  • Spennandi avbjóðingar

Nærri fæst at vita við at ringja 304500 lokal 6067 til Jónu Sigmundardóttir, deildarleiðara á B7.    

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal viðkomandi hava eina negativa MRSA skjalaváttan, áðrenn byrjað verður.

Umsóknarfreistin er 23. November 2018  

Vinarliga søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv."

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið er Landssjúkrahúsið og tænastan er í løtuni B7, Medisinski depilin.

Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER