Sjúkrarøktarfrøðingur sum sjúklingasamskipari á Uttanlandstænastuni
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Vit sóknast eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi at arbeiða sum sjúklingasamskipari á Uttanlandstænastuni. Talan er um eitt fulltíðar fast starv at arbeiða kl. 8.00 -16.00 til setan 1. januar 2019 ella sambært avtalu. Møguleiki er fyri niðursettari tíð.

Endamálið hjá Uttanlandstænastuni er at miðsavna dagligu uppgávurnar í samband við, at sjúklingar fara uttanlands til viðgerðar. Endamálið er at fáa eina vælskipaða, hóskandi og skjóta sjúklingagongd. Hetta er ein spennandi avbjóðing, sum vit vilja loysa saman við dugnaligum starvsfeløgum og fleiri ymiskum samstarvsfólkum her á landi og uttanlands.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Samskifta við sjúklingar og avvarðandi
  • Tætt samstarv við læknar, deildir á Landssjúkrahúsinum, sjúklingavegleiðarar og - samskiparar uttanlands, sjúklingahotell og onnur sjúkrahús uttanlands
  • Vegleiðing og ráðgeving um rættindi hjá sjúklingum og avvarðandi sambært galdandi kunngerð
  • Verða partur av einum toymi, sum arbeiðir við at menna  sjúklingagongdir

Vit bjóða

  • Eitt spennandi avbjóðandi starv, sum tú sjálv/ur verður við til at skapa
  • Eitt dynamiskt, fjøllbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum
  • Góða innleiðslu
  • Ávirkan á fakliga menning

Førleikakrøv

  • Góðkenda útbúgving og hollar royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Evni at raðfesta og leggja arbeiðið til rættis
  • Arbeiða sjálvstøðugt og skjótt, tá uppgávan krevur tað
  • Góð evni at samskifta og handfara truplar støður
  • Opin og tænastusinnað/ur og góð samstarvsevni
  • Telduførleika á brúkarastøði

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hergerð Heldarskarð, leiðara á Uttanlandstænastuni, tlf 234554 ella teldupost hergerd@ls.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 23. november 2018, og biðið verður um at hava upprunaprógv og viðmæli við til møguliga samrøðu. Samrøður verða væntandi hildnar í viku 48.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkinum "Leys størv."

Vinarliga søk starvið her



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER