Familjufyrisitingin søkir eftir tveimum løgfrøðingum
FAMILJUFYRISITINGIN

Størv sum løgfrøðingar á Familjufyrisitingini eru leys at søkja við starvsbyrjan 1. januar 2019 ella skjótast til ber eftir hetta.

Tað snýr seg um eitt fast starv fulla tíð og eitt tíðaravmarkað starv.

Lýsing av Familjufyrisitingini

Á ólavsøku 2018 yvirtók landsstýrið málsøkið persóns-, húsfólka- og arvarætt, og tað er nýstovnaða Familjufyrisitingin, ið umsitur hetta nýggja føroyska málsøkið.

Familjufyrisitingin er sostatt ein nýggj umsiting, og hon viðger nógv ymisk mál á persóns- og familjurættarliga økinum, m.a. mál um samveru, hjúnaskilnað, ættleiðing, verjumál og barnagjøld. Tú kanst lesa meira um arbeiðsøkið hjá Familjufyrisitingini á heimasíðu okkara www.famf.fo.

Arbeiðsuppgávur

Sum løgfrøðingur á Familjufyrisitingini skalt tú í høvuðsheitum:

  • Taka tær av málsviðgerð og taka avgerðir á persóns- og familjurættarliga økinum
  • Leiðbeina viðskiftafólk okkara og aðrar myndugleikar
  • Samstarva tvørfakliga við barnaserkønu ráðgevarnar á Familjufyrisitingini um eitt nú samverumál

Førleikakrøv

  • Tú ert løgfrøðingur og hevur áhuga fyri at arbeiða við nevndu uppgávum
  • Tú hevur góðar fakligar førleikar og loysir uppgávur við høgari dygd, og samstundis ert tú arbeiðssom/samur og veitir viðskiftafólki okkara eina góða tænastu.
  • Tú dugir væl at orða teg á føroyskum – bæði í skrift og talu.
  • Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt – og samstundis at arbeiða í tøttum samstarvi við aðrar løgfrøðingar og onnur starvsfólk.
  • Tú ert tænastusinnað/ur og fyrikomandi
  • Tær dámar og megnar at arbeiða við fólkum, ið stundum eru í støðum, ið eru merktar av kenslum, kreppu og nógvum stríði.

Royndir á familjurættarliga økinum ella í aðrari almennari umsiting er ein fyrimunur, men eingin treyt.

Familjufyrisitingin kann bjóða

  • At tú verður við til at menna eina føroyska umsiting frá byrjan
  • Ein gerandisdag saman við hugagóðum og hjálpsomum starvsfeløgum, har dentur verður lagdur á at taka rættar og greiðar avgerðir og at veita viðskiftafólkum okkara eina góða tænastu
  • Eitt avbjóðandi, spennandi og fjølbroytt starv í einum sterkum fakligum umhvørvi
  • Beinleiðis samband við viðskiftafólk og møguleika fyri at gera ein mun
  • Góðan møguleika fyri fakligari og persónligari menning

Løn- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya.

Umsóknin

Umsókn skal sendast til:

Familjufyrisitingin
undir Bryggjubakka 27
FO-100 Tórshavn

ella við telduposti til famf@famf.fo

Umsóknir við prógvi, CV og møgulig avrit av øðrum skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. november 2018, kl. 12.00.

Setanarsamrøður verða væntandi hildnar í viku 49 ella í viku 50.

Vilt tú hava fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Monicu Hjelm Rasmussen, fakligan stjóra, á tlf. 20 22 24, ella við telduposti til famf@famf.fo.

 

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER