Samskip sóknast eftir starvsfólki til skiftisvakt á bingjuterminalin í Kollafirði!
P/F SAMSKIP

Starvsfólkið verður partur av toyminum, ið avgreiðir farmin hjá Samskip á bingjuterminalinum á Oyrareingjum.
Uppgávan er at tryggja, at vøran verður avgreidd bæði skjótt og væl.

Tú kemur at koyra stakkara, tá ið bingjuskipini verða lastaði/lossaði, men annars er arbeiðið í stóran mun av fyrisitingarligum slagi, tó at roknast má við nakað av øðrum pakkhúsarbeiði eisini, í samband við útflýggjan og avgreiðslu av vøru.

Tað fyrisitingarliga arbeiðið umfatar skrásetingar av øllum flytingum av bingjum og vøru, og samskipan av útkoyringini og avgreiðsluni á terminalinum.

Arbeiðið er skipað í skiftisvaktum, har arbeitt verður aðruhvørja viku - eina viku arbeiði og eina viku frí.

 

Starvskrøv:
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, nærlagdur/nærløgd, hevur góð samstarvs- og samskipanarevnir og dugir at samskifta á ein greiðan og skynsaman hátt. Eisini krevst úthaldni til tær skiftandi, og ofta drúgvu, arbeiðstíðirnar.

Fyrimunur er, at hava grundleggjandi KT førleika.
Seinasta freist at søkja er 18. november 2018.
Starvið verður sett skjótast gjørligt eftir hetta, ella eftir nærri avtalu.


Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum dynamiskum og altjóða kappingarumhvørvi
  • Eitt óformelt og virkið arbeiðsumhvørvi
  • Góðar starvsfelagar

Hevur tú spurningar til starvið, ring vinarliga til Niels Madsen, leiðara hjá Samskip í Kollafirði, á tlf. 47 77 77 ella skriva t-post til niels.madsen@samskip.com

Løn sambært avtalu.

Umsókn við møguligum viðmælum skal sendast til:

Samskip P/F
Bryggjan
FO-410 Kollafjørður

Ella sum t-postur til: niels.madsen@samskip.com

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER