Glasir: Serlærari til logopediska toymið
GLASIR

Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við 250 starvsfólkum og 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi, og vit hava tørv á einum royndum og fakliga fjøltáttaðum persóni í arbeiðinum við at menna sernámsfrøðiligu tænasturnar.

Í arbeiðinum við at menna næmingavendu tænasturnar og sernámsfrøðilig átøk á Glasi hava vit tørv á einum persóni við kunnleika til dysleksi og ADHD at arbeiða fulla tíð. Í fyrsta umfari er starvið, sum er treytað av játtan, tíðaravmarkað til 30. Juni 2019. Vit leita eftir einum persóni, sum - umframt at verða útbúgvin fólkaskúlalærari ella námsfrøðingur - hevur eina handverksliga yrkisútbúgving. Royndir við sernámsfrøðiligum arbeiði eru ein fyrimunur.

FØRLEIKAR
Umframt námsfrøðiligu-, undirvísingarligu- og hóskandi yrkisfakligu førleikarnar, skal tann, ið settur verður: 

  • kunna tilrættisleggja sernámsfrøðiligar virkisætlanir
  • gera sernámsfrøðilig átøk í flokkunum og á verkstøðunum og fylgja sernámsfrøðiliga arbeiðinum upp
  • hava góðar førleikar í lesi- og skrivitøkni og kunnleika til serforrit og appir á logopediska økinum
  • hava fakligt innlit í dysleksi og ADHD
  • duga at skapa og halda sambond við ungdóm
  • duga at arbeiða sjálvstøðugt

LØN OG TREYTIR
Starvið, sum er treytað av treytað av játtan og er tíðaravmarkað fram til til 30. Juni 2019, verður sett skjótast til ber. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Maybritt við Strond á Glasi, á tlf. 219190 ella skriva til mvs@glasir.fo.

Umsókn við avritum, prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal í seinasta lagi 26. november 2018 sendast í telduposti til starv@glasir.fo ella til:

Glasir
Postrúm 218
Janusargøta 3
FO-110  Tórshavn



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER