Námsfrøðingar til Dagstovnin á Argjum
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin á Argjum eftir námsfrøðingum.

VIT SÓKNAST EFTIR:
Einum námsfrøðingi at starvast í barnagarðsstovu 31 tímar um vikuna og einum námsfrøðingi at starvast í barnagarðsstovu 20 tímar um vikuna frá 2. januar 2019.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

DAGSTOVNURIN Á ARGJUM
LEGGUR MILLUM ANNAÐ DENT Á:

  • fólkaræði og sjálvbjargni
  • opinleika og tolsemi
  • virðing og trivnað
  • góðar relatiónir
  • felags ábyrgd
  • samstarv 
  • kropp og rørslu

VIT VÆNTA AT:

  • tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • tú ert ágrýtin og tolin, og hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
  • tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir, 
  • samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið, tá ið á stendur

Vit síggja tað sum eina styrki fyri trivnaðin og fakligu dygdina á stovninum, at starvsfólk tora at undrast, seta spurningar, siga sína hugsan og kjakast um ymisk evni, sum hava bæði fakligan, menniskjansligan og samfelagsligan týdning.

ØKIÐ RUNDAN UM STOVNIN
Umframt stóra garðin, so er stovnurin umgyrdur av áhugaverdum støðum, sum vit javnan vitja saman við børnunum. Nevnast kunnu m.o. Sandá, Sandágerð, Sjósavnið, AB vøllurin, sparkivøllurin, Kongavarðarnir og hagin rundan um. 

Busssambandið er gott, tí bæði leið 1 og 2 koyra tríggjar ferðir um tíman og steðga tætt við stovnin.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Starvið inniber, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú mást tola broytingar í starvinum.

MEIRA FÆST AT VITA
Um tú hevur spurningar til starvið og stovnin, kanst tú venda tær til Irenu Tróndheim, stovnsleiðara, telefon 302323 / 219019 ella vitja heimasíðuna www.dagstovnurin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skal sendast til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er hósdagin 22. november 2018.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER