Tvey hálvtíðarstørv í SavnsGulli
KRINGVARP FØROYA

Verkætlanin „SavnsGull“
SavnsGull er ein bjargingarætlan, har skjøl og bond í Kringvarpssavninum skulu talgildast og gerast atkomandi fyri almenningin

Arbeiðsuppgávur

  • Viðgera pappírsskjøl og skrivligt tilfar
  • Skráseta
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikar
Vit vænta, at tú:

  • hevur góðan kunnleika til føroyskt skriftmál
  • hevur arbeitt við teldum
  • ert fús/ur at taka við læru
  • hevur arbeitt í toymi
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • setur góðsku høgt
  • hevur bindindi at sita og arbeiða við einstáttaðum arbeiði

Vit bjóða

  • eitt starv, har tú ert partur av einari verkætlan, ið varðveitir føroyska søgu
  • góðar arbeiðsfelagar og arbeiðsumstøður

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett 1. januar 2019 eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, lønarflokkur II. Fyrstu 3 mánaðirnir er royndartíð.

Arbeiðstíðin verður 4 tímar um dagin. Arbeiðstíðin í tí eina starvinum verður frá kl. 8:00-12:00, og í hinum starvinum verður arbeitt frá kl. 12:00-16:00. Um serlig ynski eru til arbeiðstíðirnar, skal hetta standa í umsóknini. Arbeiðsstað er í hølunum hjá Kringvarpinum
– Norðari Ringvegur 20, 100 Tórshavn.

Send umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum í teldubrævi til mass@kvf.fo. Umsóknarfreistin er 1. desember 2018.

Tú kanst kunna teg um verkætlanina SavnsGull á kvf.fo/savnsgull og facebook.com/savnsgull. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mass Hoydal, verkætlanarleiðara, tlf. +298 296536, teldupost: mass@kvf.fo.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER