Kokkur til Hotel Hafnia
P/F SMYRIL-LINE

Hevur tú eldhuga fyri at gera mat og kann tín gleði fyri at gera mat, smitta av á tey rundan um teg? Hotel Hafnia søkir eftir kokki at starvast fulla tíð frá 1. januar 2019.

Uppgávur
Tú fær ábyrgd av at gera og borðreiða kaldan og heitan mat til okkara vælvitjaðu buffét, a la carté og til tiltøkini vit bjóða á hotellinum. Harumframt kemur tú at:

  • Taka móti vøru
  • Eftir avtalu við chefmanager, bíleggja vøru
  • Halda køkin reinan

Tú verður okkara umboð mótvegis gestunum, tá ið tað kemur til at borðreiða, fylla upp og kunna gestunum um matin.

Tín vangamynd
Tú tekur ábyrgd í tínum arbeiði og hevur helst royndir sum kokkur.

  • Tú ert von/vanur at arbeiða breitt við fleiri ymsum matskráum
  • Tær dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi
  • Ert klár/klárur yvir at tú kemur at arbeiða í skiftandi vaktum

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu. Vit bjóða góðar starvsfólkaágóðar í øllum Smyril Line samtakinum.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 03.12.2018. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið við at senda ein teldupost á hr@hafnia.fo. Viðmerk ”Kokkur til Hotel Hafnia”.

Hevur tú spurningar um starvið ert tú vælkomin at venda teg til Jóhan Joensen, høvuðskokkur, á teldupost jj@hafnia.fo ella á tlf. 233140.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER