Handilslærlingur til Búrøkt í Hoyvík
L/F MEGINFELAG BÚNAÐARMANNA, MBM

Vit í Búrøkt hava úr at gera og virksemið veksur við rúkandi ferð. Tískil hava vit tørv á einum handilslærlingi, ið brennir fyri sølu og tænastu. Búrøkt er ein sera hugnaligur handil, ið hevur alt til landbúnaðin, urtagarðin, kelidjór, ross og nógv annað. Vit leggja dent á góða kundatænastu og trivna ímillum starvsfólkini. Vit leggja eisini stóran dent á at veita bestu ráðgeving til okkara kundar, og verður øll neyðug upplæring veitt.

Tínar uppgávur verða m.a. hesar

  • Søla og ráðeving av okkara vørum
  • Avgreiðsla av kundum við kassan
  • Útvegan av vøru á goymsluni
  • Uppfylling av vøru
  • Tú kemur við tíðini at hava títt egna ábyrgdarøkið, og tín uppgáva verður at viðlíkahalda og menna hetta
  • Luttøka til ymisk tiltøk
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Persónligir eginleikar:

  • Tú ert ágrýtin og jalig(ur)
  • Tú ert sjálvstøðug(ur) og ábyrgdarfull (ur)
  • Tú trívist væl, har tað er ferð á
  • Tú ynskir at flyta mørk og mennast
  • Tú tímir væl við kundum

Krøv:

  • FHS ella HH
  • At tú ert 18 ár ella eldri og hevur koyrikort

Útbúgvingin:

  • Tekur 2 ár við HH og 3 ár við FHS
  • Skúlagongdin er í Føroyum
  • Løn eftir avtalu

Spurningar?
Nærri fæst at vita um læruplássið við at venda sær til Dávid Skoubo Bærendsen, handilsleiðara á 29 20 48 ella skrivligan fyrispurning til  db@mbm.fo

Umsókn, prógv og møgulig viðmæli skulu sendast til db@mbm.fo í seinasta lagi 20. novembur 2018.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER