Námsfrøðingur ella hjálparfólk
VIÐGERÐARSTOVAN FRÆLSI

Vegna økt virksemi verður søkt eftir einum starvsfólki í fast starv til viðgerðarstovnin Frælsi á Eiði. Talan er um fast starv, fulla tíð.

Arbeiðstíðin er 40 tímar í miðal um vikuna. Skiftandi dag -og kvøldvaktir mitt í viku, og 3. hvørt vikuskifti.

Námsfrøðingur ella hjálparfólk

Ábyrgdarøkið hjá námsfrøðinginum/hjálparfólkinum verður:

  • Seta dám á dagligu gongdina á Frælsinum, eitt nú aktivitetir og evnir til fundir
  • Javnan menna fakligu dygdina á stovninum í samstarvi við leiðsluna
  • Tú verður kontaktpersónur hjá búfólkum, har tú saman við viðgerða og dagliga samskiparanum, kemur at menna virkisætlanir fyri hvørt búfólk

Løn sambært sáttmálanum hjá Pedagogfelagnum.

Felags fyri størvini:

  • Hava ábyrgd av ungdómi í aldrinum 18 - 24 ár
  • Arbeiða í sterkum fakligum toymi
  • Hava ábyrgd av at menna og eftirmeta viðgerðarætlanina saman hjá tí unga, í samstarvi við viðgerða og og dagliga samskipara
  • Skapa tryggar karmar í gerandisdegnum fyri tey ungu og taka lut í aktivitetum saman við teimum
  • Tú kemur at hava ábyrgdarøkir ið tryggja fakliga dygd á stovninum

Vit vænta av tær at:

  • Tú hevur koyrikort
  • Hevur gott yvirlit
  • Ert ábyrgdarfull/ur
  • Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Dugir væl at samskifta og megnar at seta teg í truplu støðuna tey ungu eru í

 

Umsóknarfreist er 28. oktobur.

Starvið verður sett 20 novembur, ella eftir nærri avtalu.

 

Meira fæst at vita við at venda sær til Árnmar Mellemgaard, dagligan samskipara, á telefon 505206. Eisini er møguligt at senda umsókn til arnmar@frelsunarherurin.fo

 

Viðgerðarstovnurin Frælsi er stovnur á Eiði fyri ung í aldrinum 18 - 24 ár. Vit hjálpa ungum at koma úr rúsevnatrupulleikum. Frælsi hevur opið allar dagar í árinum og alt samdøgrið. Á stovninum arbeiða námsfrøðingar, sjúkrarøktafrøðingur, hjálparfólk og viðgerði.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER