Starvfólk at arbeiða í sambýli og í frítíðartilboði í Tórshavn og starvsfólk til stuðulsuppgávu
ALMANNAVERKIÐ

Søkt verður eftir tveimum starvsfólkum at arbeiða í Sambýlinum Smærugøta 29 og í Frítíðartilboðnum í Svanga. Harumframt verður søkt eftir einum stuðulsfólki at starvast við stuðulsuppgávu í Sundalagnum.

Um størvini

  • 1 starv á 40 tímar í miðal um vikuna at byrja 01.01.2019 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum t.v.s. dag-, kvøld- og náttarvaktum og 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er sambýlið í Smærugøtu 29, har 4 fólk búgva.

 

  • 1 starv á 27 tímar í miðal um vikuna, at byrja 01.01.2019 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum t.v.s. dag- og kvøldvaktum og 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin í hesum starvinum er sambýlið í Smærugøtu 29 og í Frítíðartilboðnum í Svanga, sum er eitt tilboð aftaná skúlatíð fyri børn og ung. Í hesum starvinum er neyðugt er at hava koyrikort til bil.

 

  • 1 starv á umleið 11 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber. Starvið er tíðaravmarkað til 20.06.2019. Arbeiðstíðin er seinnapartar, eftir loknan skúladag og inntil kl. 17 allar gerandisdagar. Neyðugt er, at stuðulin hevur møguleika fyri at veita stuðulin heima hjá borgara. Í hesum starvinum er neyðugt er at hava koyrikort til bil.

Arbeiðsuppgávur og væntanir

Arbeiðsuppgávurnar og málini, sum arbeitt verður fram ímóti, eru at virka fyri at borgarin fær ein mennandi og sjálvstøðugan gerandisdag, og fær neyðugan stuðul og umsorgan og ráðgeving í persónligum viðurskiftum.

Væntað verður, at tú ert fakliga væl fyri og ert við til at leggja til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum. Vit vænta, at tú vilt virka innovativt, koma við góðum hugskotum og luttaka virkin í tvørfakliga arbeiðinum. Arbeitt verður eftir virkisætlanum og mannagongdum, sum er ein partur av arbeiðinum.

Vit vænta eldhugað starvsfólk, sum hava góð samstarvsevnir og eina jaliga menniskjafatan.

Ein partur av arbeiðinum er at luttaka í fysiskum tiltøkum saman við borgarunum.Talan er t.d. um svimjing og at stuðla teimum í samband við svimjingina. Væntað verður, at tú hevur kt-førleika á brúkarastøði.

Førleikakrøv

Søkt verður eftir námsfrøðingi ella ergoterapeuti. Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur starvsroyndir innan menningartarn/autismu og dugir tekn til talu. Starvið sum stuðulsfólk kann verða sett við hjálparfólki.

Um Eind 5

Eind 5 er í Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum. Eindin er fyri børn, ung og vaksin við menningartarni/autismu. Til eindina hoyrir Sambýlið í Stoffalág 64, Sambýlið í Smærugøtu 29, Sambýlið á Grøndlandsvegi 59, Frítíðartilboðið í Svanga, Jolly-klubb, Bú- og  Virkistilboð í Børkugøtu 2a og 2b, Búfelagsskapurin Karlamagnusarbreyt 34, Frítíðartilboðið SSM og stuðulsfólk.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardeplinum - Eind 5. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag og Ergoterapeutfelagið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn starv Eind 5” og tilskila, hvat av størvunum verður søkt. Meiri kunning um arbeiðsplássini kann lesast her

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 26.10.2018 kl 12.00

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Juliannu Næs Olsen, eindarleiðara, tlf. 297426   ella Randi R. Hentze,  leiðara, á tlf. 297431.

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER