Starvsfólk til Heimarustovu á Lágargarði
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Ynskir tú at veita røkt til eldri fólk og vera við til at menna Røktar- og umlættingarheimið Lágargarð? Vilt tú vera við til at skapa eitt arbeiðspláss, har strembað verður eftir, at húsfólkini trívast og fáa eina fakliga og dygdargóða røkt? So ert tú kanska nýggi starvsfelagin, ið okkum tørvar.


UM STOVNIN

Lágargarður varð tikin í nýtslu í 1987 og hevur 46 búpláss umframt tvey pláss til umlætting. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir Heimarastova, Miðstova og Handarastova. Handarastova er stova, ið burtur av er ætlað minnisveikum. Umframt búplássini er stórkøkur, ið veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar kommunu, matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi, húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.

SØKT VERÐUR EFTIR:

• 

einum sjúkrarøktarfrøðingi á brøki 0,8. Arbeiðstíðin er dagvaktir
og triðja hvørt vikuskifti

einum heilsurøktara á brøki 0,8. Arbeiðstíðin er skiftandi vaktir
og triðja hvørt vikuskifti

einum heilsuhjálpara á brøki 0,8. Arbeiðstíðin er skiftandi vaktir
og triðja hvørt vikuskifti

DENTUR VERÐUR LAGDUR Á

• 

Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari

Prógv sum heilsuhjálpari

Áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan, rehabilitering
og geriatri

Miðlan av vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar

Áhuga fyri at arbeiða og samstarva tvørfakliga og vera við til at
skapa eitt lærandi arbeiðspláss

Góðan telduførleika

VIT BJÓÐA TÆR:

• 

eina góða innleiðslu

ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

ávirkan á fakligu menningina á Lágargarði, sum er stovnur undir
Heilsu- og umsorganartænastuni

eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar

møguleika fyri at seta tín dám á og framhaldandi at menna
tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

MEIRA FÆST AT VITA

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til ella Christu Niclasen, deildarleiðara á Heimarustovu, telefon 211808 ella á teldupostinum christan@torshavn.fo

SETANARVIÐURSKIFTI

Setanin er 1. november 2018 ella eftir avtalu, og verður lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya.

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur. Í so fall verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

UMSÓKN

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Starvsfólk til Heimarustovu“.

Umsóknarfreistin er 25. oktober 2018.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER