Læknaskrivari til Skurðdepilin á LS
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir læknaskrivara til setan skjótast til ber. 

Læknaskrivararnir á Skurðdeplinum arbeiða í 5 toymum, sum fevna um: Oyrnadeild, Eygnadeild, parenkymkirurgi, gynekologi og ortopædkirurgi. Harafturat er Skaðastovan/Akutta móttøkan ein partur av okkara arbeiðsøki. 

Viðkomandi, ið settur verður, kemur í høvuðsheitum at starvast á Oyrnadeildini umframt at luttaka í vakttoyminum á Skaðastovuni. Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna um vanligar læknaskrivarauppgávur, telefonavgreiðslu og samskipan av virkseminum á Oyrnadeildini.

Skipanir, ið verða nýttar eru Cosmic, Mirsk, Outlook og Word. 

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum læknaskrivari
  • Fleksibilitet og áhuga í tvørfakligum samstarvi
  • Góð samstarvsevni, verða tænastuhugað/ur og tola skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Góðan málførleika
  • Góðan telduførleika

Vit kunnu bjóða:

  • eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning
  • eitt tvørfakligt samstarv við serlæknar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, fysioterapeutar o.o.
  • møguleika fyri fakligari – og persónligari menning

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Marnu Gásadal, læknaskrivara, lokal 5361 ella Poulu Reinert-Petersen, depilsleiðara, tlf. 234730.

Umsóknarfreistin er 29.oktober 2018 Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Søk starvið á knøttinum niðriundir har tað stendir ‘søk starvið’ 

Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”.Øverst på formularen

Nederst på formularen

lýsing er her



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER