Samskipari av kommunuætlanini
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna leitar eftir einum ágrýtnum samskipara, ið burtur av skal arbeiða við kommunuætlanini. Í starvinum kemur tú at hava ein lyklaleiklut í arbeiðinum hjá Tórshavnar kommunu at planleggja og menna høvuðsstaðin til ein vakstrardepil í Norðuratlantshavi.


TÍTT ARBEIÐSRÚM Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Sum samskipari av kommunuætlanini gerst tú partur av eini strategiskari menningardeild. Okkara høvuðsuppgáva er at arbeiða miðvíst við býarmenning og at tryggja trivnaðin hjá borgaranum.

Vit eru ein framsøkin deild, sum arbeiðir við at menna og betra karmarnar í Tórshavnar kommunu, heilt frá at gera fyribils átøk, til menningarverkætlanir og til at stýra størri verkætlanum í kommununi innan bygging, íverksetan, sniðgeving osfr.

Í starvinum sleppur tú at skapa og menna upplivingar og avbjóðingar í kommununi. At arbeiða saman við okkum gevur tær møguleika fyri at fáa ávirkan á, hvussu kommunan skal mennast, og harvið verður tú við til at stimbra verandi karmar í kommununi.

STARVIÐ
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fram til 1. januar 2020. Starvið inniber ger av kommunuætlanini og í samstarvi við stjórar, deildarleiðarar, umsiting og politikarnar er uppgávan at samskipa arbeiðið at fremja kommunuætlanina í verki.

Uppgávurnar hjá samskiparanum av kommunuætlanini eru m.a.:

• 

at savna inn tilfar frá viðkomandi stovnum og myndugleikum

at framleiða skrivligt tilfar til kommunuætlanina

ráðlegging, t.d. at hava eyga fyri býarplanlegging og at gera
yvirlit yvir heildarmyndina av einum útvaldum øki

borgaraluttøka, s.s. at standa fyri átøkum til tess at fáa borgaran
við í sjálva ráðleggingina av arbeiðinum

Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum skapandi umhvørvi. Høvuðsuppgávan fevnir um at útinna kommunuætlanina sambært ítøkiligari ætlan. Harumframt fevnir starvið um smærri umsitingarligar uppgávur.

TÍN VANGAMYND

Vit leita eftir einum persóni við áhuga og innliti í arbeiði at gera kommunuætlan. Tað er ikki so umráðandi, júst hvørja útbúgving tú hevur, og tú ert vælkomin at søkja, hóast tú enn ert undir útbúgving. Tó er tað krav, at tú hevur royndir innan fyri fakið og kunnleika til býarskipanarlig viðurskifti og innlit í, hvat ein kommunuætlan fevnir um.

Harumframt er tað ein treyt, at tú dugir føroyskt.

Tað, sum serliga eyðkennir teg, er, at tú ert ágrýtin, úrslitssøkin og megnar sjálvstøðugt at skapa góð úrslit. Tú hevur eitt jaligt sinnalag og góð samstarvsevni. Harumframt ert tú tilvitað/-ur um góðsku og fakliga dugnalig/-ur.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett og lønt sambært avvarðandi fakfelag. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv at byrja sum skjótast og fram til 1. januar 2020.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 25. oktober 2018. Merkið umsóknina „Samskipari til kommunuætlanina“ og sendið hana til torshavn@torshavn.fo

UM TÚ VILT VITA MEIRI

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til deildarleiðara og býararkitekt Biritu Wardum, biritaw@torshavn.fo, telefon 281109.

 

TÓRSHAVNAR KOMMUNA SÆR FJØLBROYTNI SUM EINA STYRKI. VER VÆLKOMIN AT SØKJA.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER