Sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari til Ellisheimið
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgarar, so er tað tær vit leita eftir til Ellisheimið, ið er ein partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.

Ellisheimið er við sínum 25 búplássum elsta røktarheimið í Heilsu- og umsorganartænastuni. Ellisheimið liggur miðskeiðis í Havnini, og stutt er til gongu oman á vánna ella ein túr niðan í miðbýin. Vilt tú vera við at stuðla einum virknum aldrandi lívi, og samstundis hugkveikja tilfeingið hjá aldrandi borgarum okkara til gleði og gangs fyri øll, so er at søkja eitt av okkara leysu størvum.

SØKT VERÐUR EFTIR:

  • einum sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Arbeitt verður verður í skiftandi 7 og 8 tímar vaktum og 2. hvørt vikuskifti
  • einum heilsurøktara á setanarbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Arbeitt verður í skiftandi 7 og 8 tímar vaktum og 2. hvørt vikuskifti

Setanarbrøkurin kann broytast eftir avtalu.

FØRLEIKAKRØV:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við húsfólk, avvarðandi og starvsfelagar
  • Ert ágrýtin og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka húsfólkið
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú varðveitir yvirlitið, tá ið á stendur
  • Kt-førleika

VIT BJÓÐA TÆR:

  • góða innleiðslu
  • ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett 1. desember 2018 ella skjótast gjørligt og lønt sambært sáttmála millum KAF/ Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella Heilsurøktarafelagið.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin, telefon 216240 ella við teldupost elisabethhj@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til teldupost torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Heilsurøktari til Ellisheimið“ ella „sjúkrarøktarfrøðingur til Ellisheimið“. 

Umsóknarfreistin er 25. oktober 2018.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER