LEIÐARI TIL FLOGSAMSKIPANINA
P/F ATLANTIC AIRWAYS, FAROE ISLANDS

STARVSLÝSING

Vit leita eftir einum leiðara til okkara OPS-deild, sum skal hava ábyrgdina av at samskipa dagligu flogferðsluna hjá Atlantic Airways.

Á deildini avgreiða vit og hava eftirlit við allari flogferðslu og tryggja, at flogferðslan gongur so smidliga sum gjørligt. Hetta er ein deild, har ferðin ofta er høg, og har optimering av manning og flogførum hevur ein avgerandi leiklut.

HØVUÐSUPPGÁVURNAR Á DEILDINI ERU HESAR:

  • Samskipa dagliga avgreiðslu av flogferðsluni og avgreiða allar brádliga íkomnar avbjóðingar, tá ið tað kemur til manning, flogfør og dagligu flogavgreiðsluna
  • Ábyrgd fyri, at allar uppgávurnar hjá deildini í sambandi við flogferðsluna eru skipaðar á bestan hátt
  • Ábyrgd fyri at leggja arbeiðsætlanirnar hjá flogmanningini

VIT VÆNTA, AT TÚ...

  • Hevur góð greiningarevni og logiskan sans
  • Hevur gott yvirlit, og at tú skjótt dugir at síggja samanhangir, tá ið avgerðir skulu takast
  • Ert diplomatisk/ur og sært loysnir heldur enn forðingar
  • Tað fellur tær natúrligt at hava nógvar bóltar í luftini samstundis
  • Hevur lætt við at seta teg inn í kt-skipanir
  • Heldur allar reglur og trygdarviðtøkur á økinum
  • Dugir væl føroyskt, danskt og enskt í skrift og talu

VIT BJÓÐA:

Fyri tann rætta viðkomandi er talan um eitt spennandi, avbjóðandi og fjølbroytt starv í eini dynamiskari fyritøku í støðugari menning, har samstarv tvørturum deildirnar í felagnum er avgerandi.

LØN- OG SETANARTREYTIR:

Sambært avtalu. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara í Vága Floghavn. Sum leiðari fyri OPS vísir tú til flogovastan.

UMSÓKN

Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til georg@atlantic.fo í seinasta lagi mánadagin29. oktober 2018.Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

VILT TÚ HAVA MEIRA AT VITA?

Set teg í samband við Jóhan Mikkelsen, flogsamskipanarleiðaraá tlf. +298 21 37 84 ella viðtelduposti á oha@atlantic.fo

Les meira á heimasíðu okkara atlantic.fo

UM OKKUM

Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Ífyritøkuni starvast umleið 200 eldhugað ogtænastusinnað starvsfólk í nógvum ymsumstarvsbólkum. Okkara fremstu uppgávur eruat knýta Føroyar nærri umheiminum og atknýta oyggjar saman og skapa tryggleika.Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja

veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutu -net við Føroyum sum hornasteini, og einaframúr góða tænastu. 

Síggj lýsing her



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER