Námsfrøðingar og avloysari til Dagstovnin Birkilund
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Birkilund eftir 5 námsfrøðingum og einum avloysara.

  • námsfrøðingi 30-35 tímar um vikuna til vøggustovu fyri námsfrøðing í barsil
  • námsfrøðingi 30-35 tímar um vikuna til 6 ára stovuna fyri námsfrøðing í barsil
  • námsfrøðingi 30-35 tímar um vikuna til vøggustovu
  • námsfrøðingi 35 tímar um vikuna til barnagarðsstovu tíðaravmarkað í eitt ár
  • námsfrøðingi til Barnagarðsstovu 35 tímar um vikuna fyri námsfrøðing í barsil
  • avloysari

Størvini eru til setan frá desember / januar ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingur ikki verður settur, kunnu hjálparfólk vera sett í fyribils starv.

KOM OG VER VIÐ TIL OKKARA RELATÍÓNSARBEIÐIÐ
Birkilund er ein stórur stovnur við yvir 120 børnum og nógvum eldhugaðum námsfrøðingum & hjálparfólkum. Vit hava 5 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur og eina 6 ára stova.

Vit vara eisini av vøggustovuni Reiðrið á Hvítanesi, sum er ein lítil vøggustova við 10 børnum sum liggur i sera náttúru vøkrum umhvørvið.

Í Birkilund arbeiða vit útfrá tí sjónarmiði, at tað er tann góða relatiónin sum er grundarsteinurin undir allari menningini.

Vit arbeiða miðvíst við at betra um allar relatiónir børn og vaksin, og børn og børn. Vit eru fakliga tilvitað og eru vitug um barnasálina og at møta barninum har sum tað er. 

VÆNTANIR TIL KOMANDI NÁMSFRØÐING

  • At tú ert ágrýtin, og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri øll børn í Birkilund / Reiðrið
  • At tú ert fakliga tilvitað/-ur og evnar at síggja og tillaga teg eftir tørvi, bæði tá tað kemur til børn og vaksin
  • At tú hevur hug til at vera við til at skapa eitt mennandi og fakligt arbeiðsumhvørvi

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Ert tú tann vit leita eftir, skriva so eina umsókn og send hana til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mikudagin 31. oktober 2018 kl. 12.00.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Joan O. Simonsen, leiðara á telefon 214048 ella Jeanette Joensen, varaleiðara, telefon 214049.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER