Hjálparfólk til Dagstovnin í Hoyvík
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin í Hoyvík eftir tveimum hjálparfólkum.

Okkum tørvar tvey fólk, sum vilja arbeiða saman við einum góðum starvsfólkabólki – og ikki minni góðum og stuttligum barnabólki. Hevur hetta tín áhuga og ert tú forvitin eftir at læra nakað um okkara gerandisdag, og fáa nógvar ymiskar upplivingar og avbjóðingar, so eigur tú at søkja starv hjá okkum.

STØRVINI 

  • Hjálparfólk at arbeiða 32 tímar um vikuna í barnagarðsstovu við 16 børnum
  • Hjálparfólk at arbeiða 30 tímar um vikuna í vøggustovu við 11 børnum

Størvini verða sett 1. november 2018 ella eftir nærri avtalu.

VIT VÆNTA, AT:

  • tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri  góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
  • tú ert ágrýtin og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
  • tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið, tá ið á stendur

VIT BJÓÐA

  • fakligar og persónligar avbjóðingar
  • góðan humor
  • gott arbeiðsumhvørvi
  • gott samanhald
  • støðugan starvsfólkabólk við drúgvum royndum
  • áhugaverda námsætlan v.m.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Hevur tú spurningar til størvini, kanst tú venda tær til Unu Jacobsen, stovnsleiðara, á telefon 217318, ella vitja www.dagstovnurinihoyvik.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um møguliga útbúgving, viðmæli og royndir verður at senda til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 26. oktober 2018.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER