Sjaførur til teleskoplessara til ArtiCon
P/F ARTICON

Ein av okkara teleskoplessarum hevur tørv á sjaføri. Hetta er eitt spennandi starv, har tú eisini fær ábyrgd av goymslu á byggiplássi.Tú verður partur av byggitoyminum á Skúlanum á Fløtum. 

Arbeiðsøki

  • Tæna arbeiðsfólki við ymiskum tilfari
  • Hava tætt samstarv við tornkranaførarar
  • Hava tætt samstarv við byggileiðarar  
  • Rudda og koyra í skrell
  • Hava ábyrgd av goymslu

Tína vangamynd
Tað er umráðandi, at tú er arbeiðssom/samur, røkin, álítandi, fleksibul og hevur góð samstarvsevnir. Tú hevur fylgjandi loyvir:

  • Trukkloyvi
  • Kranaloyvi D

Vit bjóða
Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi royndum.

Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Bárður Róin Johannesen, byggileiðara, á tlf. 216165 ella Hera Kjærbo, HR-leiðara, á tlf. 286171.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. september 2018 og skulu sendast til starv@articon.fo

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 290 fólk.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER