Tveir leiðarar til serøkið í Tórshavn
ALMANNAVERKIÐ

Almannaverkið søkir eftir tveimum eldhugaðum leiðarum til Eind 6 í Trivnaðardeplinum, sum veitir tænastu til vaksin og eldri við menningartarni og øðrum brekum

Arbeiðsuppgávur

Leiðararnir skulu,  saman við eindarleiðaranum og eldhugaðum starvsfólki, mynda eindina. Leiðararnir ganga á odda, tá tað kemur til at tryggja trivnað og fakliga menning. Í gerandisdegnum merkir tað, at borgarnir fáa eina námsfrøðiliga tænastu á høgum støði.

Strembað verður eftir góðum samskifti við borgarar, avvarðandi, starvsfólk og aðrar myndugleikar. Eitt samskifti bygt á javnvirði, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap. Talan er um eitt spennandi starvsøki við fjølbroyttum og avbjóðandi uppgávum, og lívsjáttandi starvsfólkum og borgarum.

Um størvini

Talan er um tvey leiðarastørv. Størvini eru fulltíðarstørv og verða sett skjótast gjørligt. Arbeiðsstaðurin er í Tórshavn.

Førleikar

Søkt verður eftir tveimum leiðarum við viðkomandi útbúgving. Leiðsluútbúgving, royndir við starvsfólkaleiðslu, kunnleiki til og royndir við borgarum við menningartarni og øðrum brekum, kann vera ein fyrimunur.

Væntanir

Væntað verður, at tú hevur evni at leiða og megnar at standa á odda fyri námsfrøðiligu menningini í eindini.

Allir leiðarar sum koma í starv í Almannaverkinum, skulu luttaka á Grundleggjandi Leiðaraskeiði - GLS, um man ikki hevur hetta frammanundan. 

Um Trivnaðardepilin og Eind 6

Virksemið hjá Trivnaðardeplinum er skipað í eindir við eindarleiðarum og leiðarum.

Eindirnar verða skipaðar soleiðis, at t.d. bústaðir, stuðulstiltøk og umlætting kunnu vera skipað í somu eind.

Eind 6 er í Trivnaðardeplinum fyri menningartarn og fjølbrek. Í Eindini eru 4 sambýlir, umlætting og stuðlar. Tænasta verður veitt til umleið 80 borgarar, sum hava menningartarn, autismu, demens, og aðrar fysiskskar sjúkur. Meiri kunning um virksemi í Eind 6 kann lesast við at trýsta her

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Eind 6. Starvið er flokkað í lønarflokki 33 í lønartalvuni fyri Felag Tænastumanna Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv.

Setanartreytir annars eru sum fyri sáttmálasett, sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið. Um viðkomandi, ið settur verður, frammanundan er tænastumaður innan økið, er møguleiki fyri at halda fram sum tænastumaður.

Umsókn

Skrivlig umsókn saman við avritum at prógvum, c.v. og øðrum upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerk: ”Umsókn leiðari Eind 6”.

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 27.09.2018 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elsu Klein Olsen, eindarleiðara á telefon 297371.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER