Ert tú okkara nýggja sølu- og innkeypsfólk á frukt & grønt og feskvøruøkinum?
P/F POUL HANSEN

Ert tú okkara nýggja sølu- og innkeypsfólk
á frukt & grønt og feskvøruøkinum?

 

Samtakið við vakstrarhuga
Poul Hansen samtakið er ein spennandi og nýhugsandi fyritøka í støðugari menning. Vit hava 90 ár á baki men vit hyggja frameftir og fylgja við nýggjastu tøknini og skiftandi tørvinum hjá kundum okkara. Vit eru ein fjølbroytt fyritøka við egnari heilsølu, sláturvirki, heildarveitingarfyritøku og eru í ognarsamstarvi við fleiri matvøruhandlar runt um alt landið
 

Sum sølu- og innkeypsfólk fært tú ein skiftandi arbeiðsdag, við stórari ábyrgd og við nógvum samstarvsfelagum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Tín arbeiðsdagur:

  • Bíleggja frukt og grønt
  • Saman við søluleiðarunum at leggja til rættis, at vøruúrvalið altíð er inspirerandi, dynamiskt og samsvarar við árstíðina og grøna profilin hjá samtakinum
  • Tryggja, at góðskan er tann besta
  • Viðgera endurgjaldskrøv
  • Leggja prísir inn hvørja viku
  • Viðlíkahalda og menna vøruúrvalið
  • Dagligt samskifti við handilsleiðararnar

Vit bjóða:

Tú verður partur av eini vælskipaðari fyritøku við ýdnum og fakliga dugnaligum starvsfólkum

  • Spennandi og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • Nýggjastu tøknina innan vøru- og goymslustýring

Vit vænta av tær:

  • At tú hevur vitan um frukt og grønt- ella í minsta lagi áhuga og áræði at seta teg inn í økið
  • At tú hevur góð samstarvsevni
  • At tú hevur royndir við sølu, gjarna frá heilsølu ella matvøruhandli
  • At tú dugir væl at leggja langtíðarætlanir, samstundis sum tú ert før/ur fyri at fremja neyv og stundislig átøk, um tað krevst
  • At tú hevur eitt vælskipað arbeiðslag og verður drivin av góðum úrslitum
  • At tú hevur góðan telduførleika og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar, tekniskar skipanir

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er á høvuðsskrivstovuni á Heykavegi 8 á Hálsi. Lønar- og setanarviðurskiftini eru sambært avtalu.

Skrivlig umsókn við viðkomandi skjølum skal sendast til hr@ph.fo

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. september 2018

Neyvari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Róa Ørvarodd, detailsøluleiðara, á tlf. 220999.

Stutt um P/F Poul Hansen 
Poul Hansen samtakið er eitt handilsvirki í stórari menning, sum í dag umfatar bæði heilsølu, slaktarí, vistveitingardeild og, saman við øðrum eigarum, umsiting av matvøruhandlum. Umleið 200 fólk starvast í samtakinum, sum varð stovnað í 1927. Samtakið fevnir tí sera breitt, og hevur nógvar spennandi avbjóðingar innan fleiri ymisk starvsøki.

Víst verður eisini til heimasíðuna hjá samtakinum :  www.ph.fo

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER